Milliónatals kaffikoppar

Milliónatals kaffikoppar
Fólk, sum arbeiða hjá tí almenna, drukku yvir 16 milliónir koppar av kaffi í fjør
Nógv kaffi verður drukkið.
 
22.06.2026 - 07:26

Fólk, sum arbeiða hjá tí almenna, drukku yvir 16 milliónir koppar av kaffi í fjør.

Stovnar landsins keyptu næstan 12 tons av kaffi í fjør fyri 1,3 mió. kr. sigur Keypsportalurin, sum hevur talið frá Gjaldstovuni.

Nú skal rammusáttmáli gerast fyri at skipa innkeypið betur og fáa besta prísin.

Gjaldstovan biður um tilboð um rammusáttmála fyri kaffi til allar landsins stovnar.

Ætlanin er at gera fimm rammusáttmálar.

Stovnarnir, teir eru 80 í tali, kunnu so velja, hvønn tey brúka. 

Fyrsti sáttmálin er fyri kaffi, sum landsins stovnar keyptu mest í fjør. Tað var Merrild.

Karat var næst mesta keypta kaffi.

Triði sáttmálin er um bíligasta kaffi. 

Í fjórði sáttmálanum skal góðskan og smakkurin hava størsta týdning, men tó fyri ein rímiligan kostnað. 

Fimti sáttmálin er um kaffibønir.

Innlatingarfreistin er 28. august.

Gjaldstovan er farin at gera rammusáttmálar um innkeyp landsins.

Biðið verður nú eisini um tilboð upp á rammusáttmála fyri KT-útgerð, teldur, skrivstovulutir og dekk- oljuskift.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andaktin
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666