Messi upp á máltindin

Messi upp á máltindin
Við tveimum málum ímóti Eysturríki gjørdist argentinski gandakallurin mest skorandi spælarin í HM-søguni
Søguligur: Lionel Messi skeyt sítt 17. og 18. HM-mál ímóti Eysturríki og er nú mest skorandi spælarin í HM-søguni
Mynd: Troy Taormina/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.06.2026 - 18:53

Lionel Messi skrivaði enn ein kapittul í síni persónligu HM-søgu, tá hann skoraði bæði málini hjá Argentina ímóti Eysturríki í Arlington í Texas.

Við málunum, sum komu seint í fyrra hálvleiki og beint fyri leiklok, kom argentinski gandakallurin upp á 18 HM-mál og tók samstundis metið sum mest skorandi spælarin í HM-søguni frá Miroslav Klose úr Týsklandi, sum hevur skotið 16.

Málini tryggjaðu Argentina 2-0 sigurin og pláss í sekstandapartsfinalunum.

Fyrr í dystinum gjørdist Lionel Messi eisini hann, sum hevur skotið og misnýtt mest brotsspørk í heimsmeistarakappingum. Longu í níggjunda minutti mskeyt hann sítt sjeynda HM-brotsspark og misnýtti fyri triðju ferð.

Lionel Messi hevur skotið fimm mál í tveimum dystum higartil í hesi heimsmeistarakappingini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329