Fríkend fyri hvítvask

Fríkend fyri hvítvask
Føroya rættur heldur ikki, at ákæruvaldið hevur megnað at lyft próvbyrðuna í málinum
Føroya rættur fríkendi eina føroyska kvinnu, sum var ákærd fyri hvítvask.
 
24.06.2026 - 14:30

Føroya rættur fríkendi í dag eina kvinnu, sum var ákærd fyri hvítvask.

Kvinnan, sum er føroyingur, var í juni 2024 steðgað á flogvøllinum í Vágum. Hon var á veg til Danmarkar, og hon hevði umleið 107.000 krónur í okkara peningi, 47.000 krónur í føroyskum peningi og 8.000 evrur, uppi á sær.

Tær 8.000 evrurnar svara til umleið 60.000 krónur.

 

Lyfti ikki próvbyrðuna

Løgreglan helt, at pengarnir vóru eitt beinleiðis úrslit av ólógligum virksemi. Og kvinnan var eisini ákærd fyri, at peningurin stavaði frá minst einum, kanska fleiri, ólógligum tilburðum.

Kvinnan noktaði seg seka, og tá Føroya rættur fyrrapartin kom við síni niðurstøðu í málinum, segði rætturin, at ákæruvaldið hevði ikki prógvað síni krøv, pástandir, í málinum,  og tí var kvinnan fríkend.

 

Onga viðmerking

Kringvarpið hevur tosað við Katrina Thorsvig Hansen, ákæra, um málið, men hon sigur, at ákæruvaldið onga viðmerking hevur til dómin í løtuni.

Ákæruvaldið hevur júst fingið dómin, og fer nú brúka ta tíð, sum er neyðug, at taka støðu til, um farast skal víðari við málinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585