Súkkla "prologin" í dag

Súkkla "prologin" í dag
Hetta er 13. árið, at Team Rynkeby Føroyar hevur lið, sum súkklar til París. 
Team Rynkeby Føroyar hevur tvey súkklulið við hesa ferð. (Savnsmynd)
 
25.06.2026 - 11:55

Í dag súkklar Team Rynkeby sonevnda "prologin", áðrenn liðini súkkla langa teinin til París.

Í prologinum verður súkklað úr Klaksvík til Havnar.

Byrjað varð á Helnabrekku í Klaksvík klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin, og steðgað verður í Norðragøtu, á Glyvrum, í Saltangará, á Toftum, Strondum og í Streymnesi, áðrenn túrurin endar í Tórsgøtu í Havn klokkan trý korter til sjey í kvøld.

 

13. árið

Hetta er 13. árið, at Team Rynkeby Føroyar hevur lið, sum súkklar til París. 

Endamálið við átakinum er at savna pengar til álvarsliga sjúk børn og familjur teirra. 

Tvey lið eru við hesa ferð. Tey fara av landinum fríggjadagin í næstu viku, og súkkla inn í París leygardagin 11. juli.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210