FSA-lærarar falla uttanfyri

FSA-lærarar falla uttanfyri
Lærarar við útbúgving í føroyskum sum annaðmál hava ikki lokið eina kandidat, og tí tekur tað tíð at fáa viðurskiftini skipað, sigur forkvinnan í Yrkisfelagnum
25.06.2026 - 19:29

- Føroyskt sum annaðmál er ikki ein gymnasial lærugrein, og tí er tað ikki skipað á sama hátt, og tað hevur skapt eina ávísa misnøgd.

Tað sigur Maria Chun Nielsdóttir, forkvinna í Yrkisfelagnum Miðnámi.

Í tíðindunum týskvøldið kom fram, at lærarar við útbúgving í føroyskum sum annaðmál virka undir sama sáttmála sum miðnámsskúlalærarar. Yrkisfelagið Miðnám metir tó ikki, at hesir lærarar eru útbúnir á støði við miðnámsskúlalærarar. Tí skal ein nýggjur leistur finnast, sum skal siga, hvussu arbeiðið skal skipast á pappírinum, millum annað hvussu nógv fyrireikingin skal telja, og hvussu lønin skal ásetast.

- Økið bleiv skumpað inn undir okkara øki, uttan at vit vórðu hoyrd ella spurd um nakað sum helst, sigur forkvinnan í Yrkisfelagnum.

Í tvey ár hevur Yrkisdleagið tí fundast við Undirvísingastýrið og Fíggjarmálaráðið um, hvussu hetta arbeiði kann skipast í sáttmálanum, men enn er einki hent.

Og meðan fleiri og fleiri tilflytarar koma til landið og hava tørv á undirvísing í føroyskum sum annaðmál, siga lærarar upp, sum detta ímillum í hesi skipanini.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928