Kappast nú um FM í sandflogbólti

Kappast nú um FM í sandflogbólti
Fyrsta FM-stevnan av sjey í sandflogbólti hjá Flogbóltssambandinum var í Fuglafirði um vikuskiftið. Stevnurøðin er liður í menningin av sandflogbólti í Føroyum
02.07.2026 - 15:14

Síðsta vikuskiftið var fyrsta av sjey kappingum í FM-stevnurøðini hjá Flogbóltssambandi Føroya.

Sersambandið fór av álvara undir sandflogbólt í landsliðshøpi fyri tveimum árum síðan, og í summar ber til hjá liðum at kappast um føroyameistaraheitið í segreinini.

Stevnurnar vera eftir ætlan í Fuglafirði, Sandavági, Havn og á Sandi. Eftir ætlar verður spælt úti, men í Fuglafirði ber til at kappast undir taki, um tað ikki viðrar.

 - Vit byrjaðu at satsa upp á sandflogbólt fyri tveimum árum síðan við landsliðum, sum hava verið til EM og til undankappingar, og hetta er ein liður í tí - at byggja víðari upp á tað. At gera eina væl skipaða landskapping eftir sama leisti, sum tú gert í hinum Norðurlondunum, segði formaðurin í Flogbóltssambandi Føroya, Peter Holm.

Tveir spælarar eru á hvørjum liði, sum savnar sær stig ígjøgnum stevnurnar. Fýra tey bestu hjá monnum og fýra tey bestu hjá kvinnum spæla seg í sonevnt Final Four-umfar, sum verður fyrst í september.

Har verða hálvfinalur og finalur spældar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870