Umleið 2600 fólk staðfest deyð í Venesuela

Umleið 2600 fólk staðfest deyð í Venesuela
Forsetin sigur, at 189 bygningar eru fullkomiliga lagdir í oyði, men vónir eru framvegis at finna fólk á lívi, sigur forsetin
189 bygningar eru lagdir í oyði í jarðskjálvtavanlukkuni í Venesuela
Mynd: Miguel Medina/AFP/Ritzau Scanpix  
 
03.07.2026 - 08:53

Talið á staðfestum deyðum eftir jarðskjálvtarnar í Venesuela í síðstu viku er nú 2.595, skrivar Reuters.

- Venesuela hevur biðið um altjóða hjálp alt fyri eitt, segði Delcy Rodriguez, forseti, á tíðindafundi í gjár.

Sambært Rodriguez eru 189 bygningar í landinum fullkomiliga lagdir í oyði. Men vón er framvegis at finna fólk á lívi undir húsatoftunum, segði hon.

Forsetin vísir eisini atfinningunum aftur, um at myndugleikarnir vóru ov seinir at fara til verka eftir jarðskjálvtarnar.

- Hetta er so stórur náttúrusorgarleikur, sum vit ongantíð høvdu kunnað ímyndað okkum, hóast vit vistu, at ein seismisk hending kundi vera í okkara landi.

Tíðindafundurin hjá Rodriguez í nátt var fyrsti tíðindafundur hennara, síðani hon gjørdist forseti í Venesuela. 

Hon tók við sum forseti, eftir at USA tók táverandi forsetan, Nicolas Maduro, til fanga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572