Nú er skúvoyarskipið komið

Nú er skúvoyarskipið komið
Ymiskt skal gerast við skipið, áðrenn tað verður sett í sigling
 
06.01.2014 - 08:02

Nýggja skúvoyarskipið er komið til landið og liggur við bryggju á vestaru vág í Havn. 

Ymiskt skal gerast við skipið, áðrenn tað verður sett i sigling. M.a. skal tað hava nýggjan motor og krana, og tað skal eisini sandblásast. Arbeiðið verður boðið út fyrsta dagin.

Siglir tvær ferðir so skjótt

Ferjan, sum skal avloysa Sildberan, er sjógóð, og tað siglir tvær ferðir so skjótt sum Sildberin, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandfaraskipum Landsins. Hon er smíðað í 1994, og tekur 30-36 fólk. 

At keypa og uppstiga nýggju skúvoyarferjuna kostar tilsamans hálva sjeyndu millión krónur. Gongst sum ætlað, verður ferjan sett í sigling í vár.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979