Færri lótu Skrásetingini ársfrágreiðing rættstundis

Færri lótu Skrásetingini ársfrágreiðing rættstundis
Freistin fór 30. juni, og tá høvdu 3.115 av íalt 3.875 vinnufeløgum latið ársfrásøgnina inn
Tey 760 feløgini, sum ikki hava latið skjølini inn til tíðina, hava fingið rykkjara frá Skrásetingini (Savnsmynd)
 
07.07.2026 - 08:52

Lutfalsliga færri føroysk feløg lótu Skráseting Føroya ársfrágreiðing sína rættstundis í ár, enn í fjør.

3.115 av íalt 3.875 vinnufeløgum lótu í ár ársfrásøgnina inn til Skráseting Føroya, áðrenn freistin, sum var 30. juni, var farin. 

Tað sigur Skráseting Føroya í svari uppá ein fyrispurning frá Kringvarpi Føroya.

Í fjør hevði Skráseting Føroya fingið 2.940 ársfrásagnir inn, tá freistin fór. Tá vóru íalt 3.540 feløg, sum skuldu lata roknskap inn.

Lutfalsliga hava færri feløg latið ársfrágreiðingina inn til tíðina í ár samanborið við í fjør. Í ár var talið 80 prosent, í fjør var tað 83 prosent.

Tey 760 feløgini, sum ikki hava latið skjølini inn til tíðina, hava fingið rykkjara frá Skráseting Føroya. Í fjør var tað talið 600.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040