Skógareldur sunnan fyri París

Skógareldur sunnan fyri París
Triðja hitabylgjan í fáar mánaðir hevur rakt Frakland
Skógareldurin sunnan fyri París hevur órógvað ferðsluna, og hann breiðir seg framvegis.
Mynd: Benoit Tessier/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.07.2026 - 14:47

Ein skógareldur er kyknaður sunnan fyri París.

Myndugleikarnir siga, at eldurin er ógvusligar og umfatandi, skriva Le Monde og tíðindastovan AFP.

Triðja hitabylgjan í fáar mánaðir hevur rakt Frakland, og vøksturin er serstakliga turrur um alt landið. 

Norðanfyri er samstundis rættiliga fitt av vindi, og tað merkir, at vandin fyri, at skógareldar breiða seg, er stórur - millum annað í skógunum nærhendis franska høvuðsstaðnum.

 

Vóna regn

Tað verður eisini turt næstu dagarnar, men seinni í vikuni vóna tey, at tað fer at regna.

Skógareldurin sunnan fyri París hevur órógvað ferðsluna, og hann breiðir seg framvegis. Eldsløkkingarflogfør royna at forða fyri, at eldurin ikki breiðir seg, og fólk eru flutt úr sínum heimum í onkrari bygd.

Ein annar náttúrueldur í Suðurspania, sum hevur kostað tólv fólkum lívið, breiðir seg ikki meira, siga myndugleikarnir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439