MSC-góðkenning er ov lítið verd

MSC-góðkenning er ov lítið verd
- Ein MSC-góðkenning er alt ov lítið verd til, at vit skulu leggja okkum púra fløt fyri at fáa hana, heldur Bjarni í Skálum, reiðari og ein av faddrunum at umsitingarætlanini
Bjarni í Skálum, reiðari og limur í arbeiðsbólkinum aftan fyri umsitingarætlanina.
 
21.07.2026 - 15:32

Tað sigur Bjarni í Skálum, reiðari og limur í arbeiðsbólkinum aftan fyri umsitingarætlanina, 

Eitt MSC-stempul á einum fiskaflaki er ætlað at veita keyparanum trygd fyri, at rávøran, sum flakið er framleitt úr, er fiskað burðardygt. 

Men tað er ikki eftirfarandi, sigur Bjarni í Skálum, reiðari í Vestmanna, sum als ikki heldur, at ein MSC-góðkenning er verd at falla til kníggja fyri.

 

Umsitingarætlanin fór fyri skeyti í 2023/2024

Bjarni í Skálum er sjálvur ein av fadrunum at umsitingarætlanini við veiðireglu, sum fiskivinnan, manningarfeløgini, fiskifrøðingarnir og politiska skipanin samdust um í 2019, og sum útlutingin av fiskidøgum hevur verið grundað á hvørt ár síðan 2021 - í hvussu er á pappírinum.

Bjarni í Skálum hevur framvegis sæti í arbeiðsbólkinum aftan fyri umsitingarætlanini, og í útvarpstíðindunum á middegi í gjár segði hann, at semjan um hana fór fyri skeyti longu í 2023, tá ið Dennis Holm, ið tá var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vegna eina bráfeingsstøðu hjá toskastovninum minkaði fiskidagatalið fyri 2024 við 20 prosentum. 

Tískil gjørdi landsstýrismaðurin eitt ógvusligt undantak frá veiðuregluni, ið sigur, at fiskidagatalið hvørki skal hækka ella lækka við meira enn fimm prosentum um árið.

Nú verður sama umsitingarætlan eftirmett við tí fyri eyga, at altjóða havgranskingarfelagsskapurin, ICES, skal góðkenna hana. Millum annað tað er ein fortreyt fyri MSC-góðkenningini.

 

1823410

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672