Samkoma fær ókeypis nýtslurætt til nýggju kirkjuna á Argjum

Samkoma fær ókeypis nýtslurætt til nýggju kirkjuna á Argjum
Missiónshúsið á Argjum fær ókeypis og tíðaróavmarkaðan nýtslurætt til nýggju kirkjuna á Argjum, meðan kirkjuráðið skal taka sær av rakstri og viðlíkahaldi
 
24.07.2026 - 18:51

Fyrr í hesi vikuni gav Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í mentamálum, kirkjuráðnum á Argjum loyvi til at fara undir arbeiðið at byggja nýggja kirkju á Argjum.

Men tað verður ikki bara kirkjan, sum fær nýggj høli. Missiónsvirksemi verður eisini í nýggju kirkjuni á Argjum.

Í 2021 varð ein samstarvsavtala undirskrivað millum Argja kirkjuráð og Stýrið fyri Kirkju- og missiónshúsið á Argjum.

Samstarvsavtalan millum Argja kirkjuráð og Stýrið fyri Kirkju- og missiónshúsið á Argjum tryggjar, at virksemið hjá missiónshúsinum kann halda fram í nýggju kirkjuni.

Høvuðsinnihaldið í avtaluni er, at stýrið fyri Kirkju- og missiónhúsið letur kirkjuráðnum gomlu ognirnar hjá Kirkju- og missiónshúsinum sum part av fíggingini av nýggju kirkjuni. Samstundis verður ásett, at kirkjuliga missiónsarbeiðið framhaldandi skal hava atgongd til hølini.

Avtalan gevur stýrinum fyri Kirkju- og missiónshúsið ókeypis og tíðaróavmarkaðan nýtslurætt til nýggju kirkjuna, og at hesin rætturin skal tinglýsast sum ein servituttur ella ítak á matriklinum hjá nýggju kirkjuni.

Kirkjuráðið hevur ábyrgdina av rakstri og viðlíkahaldi av hølunum, meðan nærri reglur skulu avtalast í einari serstakari reglugerð um, hvussu hølini skulu nýtast, og sum partarnir í felag samtykkja.

Sáttmálin kann bert sigast upp undir ávísum treytum. Kirkjuráðið kann bara siga avtaluna upp, um stýrið fyri Kirkju- og missiónshúsið í álvarsligan mun ikki heldur sínar skyldur. Hinvegin kann stýrið fyri missiónshúsið siga sáttmálan upp við seks mánaða freist.

Samstarvsavtalan varð undirskrivað í desember 2021, og er síðani tinglýst. Tað merkir, at nýtslurætturin er skrásettur á ognina, og er sostatt eisini galdandi fyri framtíðar eigarar av kirkjuni.

Kringvarpið hevur í dag roynt at fingið eina viðmerking frá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, men hann hevði ikki møguleika at gera viðmerkingar í dag.

Vit ætlaðu at spyrja hann, um tað er í samsvari við reglurnar, at ein samkoma fær ókeypis nýtslurætt til ognir hjá fólkakirkjuni, og um aðrar samkomur í somu støðu kunnu gera eina líknandi avtalu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878