- Tíðindi, mentan og ítróttur
SF26: 10 nøvn, tú mást hoyra á Summarfestivalinum

Lat tað vera sagt alt fyri eitt: Alt er við tað gamla á Summarfestivalinum.
Dynamit, Eyðun Nolsøe og Steintór Rasmussen eru á skránni, so eingin má fara upp at skelva, tí eitt so mikið øðrvísi navn sum Aggrasopper eisini er tað.
Summarfestival-gestirnir kunnu vera heilt róligir, tí teir fáa eisini Rasmus Seebach, Grandmas Basement, Signar & John, Jens Marna, Lailu & Malan og afturvendandi Disney-løtuna. Í ár vera tað Bjarki og Sophilia úr Hoydalar, sum fara at framføra klassiskar Disney-sangir saman við Lailu Carlsen.
Disney-løtan á Vágsbøi í fjør (Mynd: Bárður Lydersen
Og tó...
Alt er tó ikki ordiliga við tað gamla, tí í ár hava fleiri øðrvísi nøvn í Summarfestival-høpi fingið innivist í Tjaldinum, sum fer at hýsa nøkur av okkara bestu og mest nýskapandi nøvnum.
Tað byrjar longu hóskvøldið, tá spennandi føroyski-danski-bólkurin Alias Morera fer á pallin. Talan er um altjóða popptónleik av sera høgum karati við føroyinginum Filip Mortensen og donsku Sarah Christensen. Hesi spældu kanska bestu konsertina í Fjósinum á G! festivalinum í 2024.
Summarfestival-gestirnir fáa eisini høvi at uppliva Aggrasoppar og Marius DC ávikavist fríggjakvøldið og leygarkvøldið í Tjaldinum, har Lena Anderssen, Sakaris, Swangah og Sámal og Benjamin eisini fara at spæla á festivalinum.
So um tú vilt hava eitt tónlistarligt upplivilsi heldur enn eitt tónleikaball á Summarfestivalinum, so skalt tú fara í Tjaldið at lurta eftir tónleiki.
Mynd: Bárður Lydersen
Fleiri útlendsk nøvn
Øll, ið kundu ynskt sær fleiri útlendsk nøvn á Summarfestival-skránni enn tey trý, ið eru á skránni hvørt ár, fáa tað heldur ikki í ár. Og í ár verður so dánt ferðast út um ríkisfelagsskapin eftir nøvnum. Stóru høvuðsnøvnini eru donsk.
Rasmus Seebach hevur verið á Summarfestivalinum tvær ferðir áður, meðan tað er meira forkunnugt, at dugnaligi Anderas Odbjerg úr Odense, ið ongantíð hevur verið í Føroyum áður, er á skránni. Síðsta útlendska høvuðsnavnið er týska ItaloBrothers, ið spælir heiladeyðan teknotónleik, sum tey peppaðu skulu hoppa til. Friður verið við tí, men nakað tónlistarligt upplivilsi verður tað so ikki.
Tað tykist eitt sindur dovið, at tað ikki verður roynt at fara eitt sindur longur út og upp eftir altjóða tónleika-tignarstiganum at finna nøvn til skránna. Deep Purple hevur júst givið eina plátu út, so hví fyriskipararnir ikki leggja alt annað til síðis fyri at fáa legendariska bólkin til festivalin, undrar. Um Deep Purple kom, so høvdu fólk neyvan einki lagt nakað í, um bara tað tað eina útlendska navnið var á skránni.
Eyðun Nolsøe í Tjaldinum á Summarfestivalinum í fjør (Mynd: Bárður Lydersen)
Grundgeving vantar
Annars hevur eingin enn givið eina sannførandi grundgeving fyri, hví tað ikki skulu vera fleiri útlendsk nøvn at hoyra á SF-skránni enn tey trý.
Gaman í, so er danska rokkorkestrið Going for the One onkursvegna í ár rikið inn á Summarfestival-skránna, men tað virkar meira sum ein tilvildarligur rekaviður, enn at tað er eitt tilvitað val av fyriskiparunum. Bólkurin, ið er mannaður við kvinnum, hevur fingið pallin á Torginum at spæla á. Tað sigur alt um, hvørja tign hesum bólki verður víst.
Hvorom alting er, so skulu tit fáa 10 nøvn á Summarfestival-skránni, sum tit eiga at fara at lurta eftir, um tit fara á Summarfestivalin.
Annika Hoydal undir upptøkunum til Hoydalar (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Annika Hoydal
Vágsbøur, Leygardagin kl. 20.00
Drotningin á føroyska tónleikpallinum er farin um tey áttati, men hon er still going strong. Í vetur var hon ein av stjørnunum, sum spírarnir í Hoydølum tulkaðu. Leygardagin kann hon upplivast á stóra pallinum á Vágsbøi klokkan 20. Latið ikki møguleikan at uppliva eitt av undangongufólkunum á føroyska tónleikapallinum framføra nakrar av sínum vøkru sangum, ið hon hevur útgivið undir egnum navni og saman við Harkaliðnum, fara afturvið borðinum. Tað verður ein gandakend løta.
Andreas Odbjerg undir hansara konsertferð í Danmark í summar (Mynd: Andreas Odbjerg á Facebook)
Andreas Odbjerg (DK)
Vágsbøur, Leygarkvøldið kl. 22.30
Andreas Odbjerg er kanska einasta stóra danska navnið, ið nógvir føroyingar hava ynskt sær at hoyra í Føroyum, men sum ongantíð hevur verið her. Men tað kemur hann nú, hesin serlingurin úr Odense. Andreas Odbjerg kom fyrstu ferð inn í tilvitskuna hjá dønum við luttøkum í X-factor í 2009 og The Voice í 2012, har hann endaði á øðrum plássi. Fyrsta ábendingin um eitt gjøgnumbrot kom við EP-útgávu "Lance Armstrong" í 2020. Árið eftir hittaðu Andreas Odbjerg og Tobias Rahim við sanginum "Stor mand", og í 2021 vann Andreas Odbjerg heiðurslønir sum "Ársins nýggja danska navn" og "Ársins sangskrivari" á Danish Music Awards. Fyrsta heildarútgávan kom í 2022, og tá fingu fólk risahitt sum "I morgen er der også en dag" og "Hjem fra fabrikken". Síðani hevur Odbjerg sett seg á ovastu rók á danska tónleikapallinum við sínum siðbundan danska sjeyti- og áttatiára poppi, sum hann hevur ført inn í nútíðina.
Sarah Christensen og Filip Morera Mortensen í Fjósinum á G! festivalinum 2024 (Mynd: Siri Granheim / G! festival)
Alias Morera
Tjaldið, Hóskvøldið kl. 23.30
Um tú ikki fert til nakra aðra konsert á Summarfestivalinum, so vil eg viðmæla, at tú fert til konsertina við framúrskarandi føroyska indiepoppbólkinum Alias Morera. Alias Morera er hjartabarnið hjá dugnaliga Filip Morera Mortensen úr Havn, sum vit kenna úr bólkum sum The Ghost og Lover Lover, og donsku Sarah Christensen, ið eisini er kend undir navninum Lleoh. Tónleikurin hjá Alias Morera er eitt spennandi bland av poppi, R&B, folk og country, ið peikar aftur á tann tónleik, sum tey í hvør sínum lagi hava tikið hornatøk við á sínari yrkisleið. Íblásturin kemur frá so ymiskum altjóða nøvnum sum The Killers, Jim Reeves, Abba og Frank Ocean. Men burtur úr hesum skapa tey eitt serligt norðurlendsk ljóð, ið er eitt sindur av Nordic noir yvir sær. Tey eru spikahamrandi feit.
Aggrasoppar, Eyðfinn Bogason, Dania O. Tausen og Trygvi Danielsen, í Listastovuni í Miðvági (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Aggrasoppar
Tjaldið, Fríggjakvøldið kl. 23.45
Tað vóru nógv, ið spílaðu eyguni upp, tá tað bleiv kunngjørt, at Aggrasoppar skuldu framføra á Summarfestivalinum í ár. Onkursvegna eru fá ting meira fremmand fyri hvørjum øðrum enn Aggrasoppar og Summarfestivalurin. Aggrasoppar eru í grundini alt tað, ið Summarfestivalurin ikki vil vera. Og Summarfestivalurin er alt tað, ið Aggrasoppar ikki vilja vera. Men júst tí er tað frískligt, at Aggrasoppar fara at spæla á Summarfestivalinum í ár. Eitt er púra vist, og tað er, at Aggrasoppar fara at sparka reyv og geva Harra og Frú Garnatálg, ið fara á Summarfestival við sínum húsvogni, eitt upplivilsi, ið tey seint gloyma. Aggrasoppar er ein blómupunk/axekiller-popp bólkur, sum er kendur fyri sínar villu og óútrokniligu tekstir og framførslur, ið fevna um alt frá harðum larmi til mjúkt country. Hetta er einasta konsertin, ið Aggrasoppar spæla í Føroyum í summar. Tað ger hana sermerkta.
Hamradun á Sandinum í Syðrugøtu á G! 2025 (Mynd: Agnes Carlzohn / G! festivalurin)
Hamradun
Vágsbøur, Hóskvøldið kl. 22.00
Tað er eitt "must" at fara at lurta eftir Føroya størsta rokkbólki í løtuni, um tú ert nærhendis eini konsert við bólkinum. Dunið frá Hamraduni hevur ongantíð verið harðari. Hamradun blandar fólkatónleik og kvæði við tungan rokktónleik, sum tó fær eitt serføroyskt stev. Tað ger teir til heilt serstakan tónleikabólk – ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum. Fólk kunnu gleða seg at hoyra ein rokkbólk í toppformi framføra hitt sum "Sinklars vísa", "Jallgríms kvæði", "Sneppan" og "Tað er ein stutt og stokkut løta". Á odda fyri bólkinum gongur Pól Arni Holm, og rødd hansara er eitt serligt eyðkenni hjá Hamraduni. Eingin dugir sum Pól Arni at syngja hetta slagið av tónleiki, sum hann fram um mong hevur verið við til at skapa og menna, eitt nú á odda fyri Týr tann tíð, ið tað var. Tað verður tungt, tað verður slavið, tað verður gott.
Mia Olsen, trummur, Laura Pold, sang og gittar, og Lise Lotte Lemelund, bass, manna Going for the One (Myndir: Going for the One á Facebook)
Going For The One
Torgið, Hóskvøldið kl. 21
Aftur í ár er eitt ókent og øðrvísi navn onkursvegna rikið inn á Summarfestival-skránna sum eitt slag av rekaviði. Í fjør var tað føroyska Gunnvá, meðan í ár er tað danski bólkurin Going for the One. Tær - tí tað eru bara kvinnur, ið manna bólkin - lýsa seg sjálvar sum ein power-popprokk-trio. Á odda stendur sangarin og gittaristurin Laura Pold, og afturat sær hevur hon bassistin Lise Lotte Lemelund og trummuspælaran Miu Olsen. Um tú lurtar eftir Going for the One á Spotify, so kann staðfestast, at talan er um melidiøsan popprokk. Fleiri fínir sangir við stuttligum strofum sum "I need booze, Rock'n Roll and men" og "I'm thirty and I'm dirty, but God I feel to old". Allarhelst er navnið á bólkinum ein tilsiping til plátuna við sama navni, sum progressivi enski bólkurin Yes gav út í 1977. Going for the One spældi á Copenhell í 2026, so bólkurin er ikki fyri nothing. Eitt sindur harmiligt, at Going for the One verða kroystar upp á lítla pallin á Torginum, sum er eitt slag av reyvarholi á føroyska tónleikapallinum, ið er kroyst inn millum sølubásar, ein banka og eina standmynd. Tað hevði klætt SF at givið teimum Tjaldið.
Heine Lützen saman við Samsint á stóra pallinum á Vágsbøi á Summarfestivalinum í 2019 (Mynd: Summarfestivalurin á Youtube)
Heine Lützen
Torgið, Fríggjadagin kl. 19.00
Ta eyðkendastu og sterkastu røddina á føroyska gospelpallinum eigur Heine Lützen. Hjá Heina Lützen er tað ikki so nógv roks: Tónleikurin er eitt amboð at lovprísa Harranum. Punktum. Men tá tað er sagt, so hevur Heine Lützen ongantíð óttast at brúka nútímans tónleik til at fáa boðskapin út. Hann telist millum undangongufólkini, sum brúktu popprokk á gospelpallum í Føroyum, og er kendur sum góður tulkari av nýggjum eins og gomlum gospelsangum og sálmum. Í dag er Heine Lützen kanska best kendur sum solistur, men upprunaliga kom hann fram saman við framúrskarandi gospelbólkinum Samsint. Við sær í skjáttuni hevur Heine Lützen frálíkar sangir sum "Vit vóru orsøk", "Jesus hitt einasta", "Tíðirnar skifta" og "Eg veit, frelsari mín livir". Men hann hevur eisini framúrskarandi tulkingar av sálmum sum "Harra Gud, títt dýra navn og æra" og "Lít allar tínar leiðir"
Faroe5 eru Lillian Dalsgaard, Vígdis Fjallstein Christiansen, Asta Højgaard, Jónvá Ellingsgaard og Ragnhild Dam (Mynd: PR-mynd)
Faroe5
Vágsbøur, Leygarkvøldið kl. 01.00
Aftaná comebackið hjá Clickhaze á G! í ár, so er comebackið hjá Faroe5 tað, ið hevur skapt mest ringar í sjónum í nýggjari tíð. Góða móttøkan, ið tær fimm hava fingið, er ein staðfesting av, at føroyingar tráa eftir føroyskum poppi við einari ávísari dygd. Tað vísir góða undirtøkan, ið Byrta hevur fingið, eisini. Hóast Faroe5 fyrst og fremst er nostalgi, so eru sangirnir, ið Kári Linderoth Jacobsen hevur skrivað til bólkin, dygdarpoppur, sum hevur megnað at hugtikið nýggj ættarlið av ungum fólkum. "Bara eitt spæl", "Tú fert altíð at vera har", "Eg vil hava T", "Eina langa nátt" og so framvegis. Í roynd og veru hevur alt, ið Kári hevur rørt á sínari tónlistaleið, rørt okkurt í okkum føroyingum. Tað fer heilt aftur til "Hetjur á vegnum" og "Halt út" við Teinum og ikki minst "Nalja"-útgávan saman við Elini Heinesen. Tað verður eitt ball, tá Faroe5 fáa heiðurin á spæla síðstu konsertina á Vágsbøi klokkan 1 sunnunáttina. Nú sum áður eru tær í Faroe5 Lillian Dalsgaard, Asta Højgaard, Jónvá Ellingsgaard, Ragnhild Dam og Vígdis Fjallstein Christiansen.
Swangah
Tjaldið, Leygarkvøldið kl. 21:00
Swangah og Summarfestivalurin hoyra onkursvegna saman. Havnarmenninir hava í fleiri umførum lagt festivalin fyri sínar føtur, og tá er tað líkamikið, um teir standa á stóra pallinum á Vágsbøi ella í Tjaldinum. Swangah eru slóðarar á føroyska hipphopp-pallinum, og tónleikur teirra megnar støðugt at finna sær vegin inn í hjørtuni og lívið hjá nýggjum ættarliðum av føroyingum. Limirnir í Swangah, sum í dag eru trøllvaksnir familjumenn, hava eisini dugað væl at samstarva við nýggj ættarlið av føroyskum tónleikarum, umframt at teir hava skapt eitt so mikið áhugavert tiltak sum Illtonkt. So tað er eitt at gera leygarkvøldið á Summarfestivalinum, og tað er at fara inn í Tjaldið at "rista reyvina" og "botna, botna", meðan skrálað verður, at "hetta fer út til alt Føroyar".
Marius DC í essinum á Sandinum á G! festivalinum í ár (Mynd: Florian Trykowski / G! festival)
Marius DC
Tjaldið, Leygarkvøldið kl. 02:45
Maðurin, ið sleppur at lukka Summarfestivalin 2026, er Marius DC - stóri maðurin í Vágsbotni. Marius DC er glóðheitur í løtuni, tí hann hevur júst útgivið nýggja EP, "The MZA EP Vol II", lagt Sandin á G! niður, meðan hann hevur beina kós móti hæddunum á føroyska tónleikahimmalinum. Lítið er at ivast í, at tað verður eitt brak av einari konsert, tá Marius DC fer at pumpa Tjaldið skítfult av rappi og hipphoppi, testosteron og ungsintari lívsgleði sunnumorgunin. Marius DC byrjaði sum 14 ára gamal og er enn einans 22 ára gamal. Hann rappar um eksistentialismu, hjartasorg og klassiskt hiphop-reyp, alt lýst úr sjónarhorninum hjá einum ungum manni, ið veksur upp í Føroyum. Seinastu fýra árini hevur Marius DC arbeitt á móðurmálinum, men á nýggju EP'ini er hann farin aftur til enskt mál.





































