Alt ov lítil ferð á grøna orkuskiftinum 

Alt ov lítil ferð á grøna orkuskiftinum 
Bæði Vinnuhúsið og SEV halda, at umleggingin til grøna orku gongur ov seint, tí ongin heildarætlan fyri orkuútbyggingar finst í Føroyum 
Súsanna Berg, ráðgevi í Vinnuhúsinum, heldur, at grøna orkuskiftið gongur alt ov seint
 
01.08.2026 - 09:48

- Jú longri við útseta grøna orkuskiftið, jú longri eru vit tengd at oljuni. Tað, sum vit hava sæð, er, at vit hava øll fingið eina meirútreiðslu, tí vindmyllulundirnar eru fluttar longri fram í tíðina. 

Hetta segði Súsanna Berg, ráðgevi í burðarbygd í Vinnuhúsinum, í 4. parti í útvarpsrøðini "Oyggjar undir trýsti," sum varð sendur mánadagin 27. juli.  

Hon fýltist á, at umleggingin til grøna orku í Føroyum gongur alt ov seint, og mælti til, at orkuútbyggingar verða skipaðar sum ein stór verkætlan, har til ber at arbeiða við fleiri útbyggingum í senn.  

- Vit mugu gera okkum greitt, hvar vit skulu framleiða varandi orku, og hvørjar kanningar skulu gerast í tí sambandi. Fanst ein lendisætlan fyri Føroyar, sum ásetti, hvar vit hava vinnu, hvar vit hava bústaðarbygging, og hvar vit hava orkuútbyggingar, so vistu øll, hvørji øki vóru egnað til ymsu endamálini, segði Súsanna Berg.  


Hákun Djurhuus, stjóri í SEV

 

Ótolnast eisini hjá SEV 

Stjórin í SEV, Hákun Djurhuus, tók undir við, at alt ov seint gongur at útbyggja varandi orkuna í Føroyum. 

- Vit halda, at tað gongur alt ov seint. Onkur hevur roknað út, at hvør verkætlan tekur fimm ár í meðal. Tað skuldi tikið í mesta lagi tvey ár. Høvdu vit eina yvirskipaða ætlan fyri, hvussu orkuútbyggingar skulu fremjast, og kannaðu øll neyðug viðurskifti beinanvegin, var ikki neyðugt við drúgvum loyvistilgongdum í sambandi við hvørt einstakt mál, segði hann. 

Hákun Djurhuus heldur, at øll náttúra í Føroyum eigur at verða skrásett, so gerast kann ein lendisætlan fyri oyggjarnar. 

- Eitt filtur, tú hevði hugt ígjøgnum í sambandi við tílíka lendisætlan, hevði verið orkufiltrið. Tað hevði gjørt alt smidlari. Ein trupulleiki nú er, at tann, sum seinast skal góðkenna útbyggingar, er ofta umhvørvismyndugleikin. Hann fær so at siga revolvaran fyri pannuna, og so noyðist hann bara at avgreiða málini sum skjótast, segði hann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203