Lógaruppskot um stutttíðarleigu

Lógaruppskot um stutttíðarleigu
Tað er ikki hetta landsstýrið, sum eigur tað, men andstøðuflokkarnir Tjóðveldi og Framsókn, sum vóru í undanfarnu samgongu
Stutttíðarleiga kappast við gistingarhúsini.
 
06.08.2026 - 06:39

Uppskot er gjørt og lagt fram um lóg um stutttíðarleigu.

Tað er ikki hetta landsstýrið, sum eigur tað, men andstøðuflokkarnir Tjóðveldi og Framsókn.

Eingin lóggáva er um stutttíðarleigu í Føroyum. 

Stutttíðarleiga til útlendsk ferðafólk skerjir møguleikarnar hjá fólki at finna sær fastan bústað, siga flokkarnir, sum eiga uppskotið.

Og hon er helst eisini kappingaravlagandi fyri gistingarhúsini.

Sambært uppskotinum skulu kommunurnar áseta reglur um stutttíðarleigu.

Har sum útleigari sjálvur býr, sleppa kommunur ikki at avmarka stutttíðarleigu.

Avmarkingar fyri stutttíðarleigu vera tí bara galdandi fyri sjálvstøðugar bústaðir.

Sama uppskot

Sambært uppskotinum er stutttíðarleiga í mesta lagi tríggir mánaðir.

Tjóðveldi og Framsókn siga einki um, hvussu nógv, uppskot teirra kostar kommununum.

Tað er ilt at meta nágreiniliga um fíggjarligu avleiðingarnar, siga teir. 

Hetta er sama uppskot, sum undanfarna samgonga, sum Tjóðveldi og Framsókn vóru í, var á veg í tingið við í vár.

Men so kom valið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890