Umfatandi sms-svikálop á føroyingar

Umfatandi sms-svikálop á føroyingar
Sms-svikálop á føroyingar hava av álvara tikið dik á seg seinasta hálva árið og tað er meira umfatandi enn onnur ár, sigur Turið F. Arge, forkvinna í Felagnum Peningastovnar
 
06.08.2026 - 19:06

Sms-svikálop á føroyingar hava av álvara tikið dik á seg seinasta hálva árið og tað er meira umfatandi enn onnur ár. Tað sigur Turið F. Arge, forkvinna í Felagnum Peningastovnar, sum saman við Føroya Politi og Talgildu Føroyum, ávara føroyingar um hesi sms boðini í tíðindaskrivi.

 

- Tað eru øgiliga nógv fleiri fólk, sum detta í felluna. Vit meta, at tað eru fleiri hundrað føroyingar, sum hava latið óviðkomandi upplýsingar, sum tey ikki skulu hava, sigur hon. 

 

 

 

Peningastovnarnir og politiið heita á allar føroyingar um at vera ansnar og fylgja hesum ráðum:


Steðga á: Trýst ikki á leinki í sms-boðum, og lat ikki persónligar upplýsingar.


Hugsa teg um: Væntar tú boð frá avsendaranum? Hav ikki ókritiskt álit á navninum ella 
telefonnummarinum í boðunum. Tað kann vera falsað.


Spyr: Ert tú í iva, vend tær so til peningastovnin ella myndugleikan og spyr.


Ber skjótt at, um skaðin er hendur: Hevur tú trýst á leinkið og latið persónligar upplýsingar, skalt tú 
beinanvegin seta teg í samband við tín peningastovn. Tú kanst sperra gjaldskortið á netbankanum 
um skaðin hendir eftir arbeiðstíð ella í vikuskiftinum.

 

Hoyr innslagið í tíðindunum her:

 

1825913

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037