Føroysk sjónvarpsrøð um deyting

Føroysk sjónvarpsrøð um deyting
Veruleikin er skemtiligur, syrgiligur og sárbærur - og tað skulu vit tora at vísa, siga leikstjórarnir, sum hava fingið íblástur frá sínum egnum upplivingum
Fotografur: Símun Waag
07.08.2026 - 19:30

Hvussu finnur tú kærleikan í hesum lítla landinum, har øll kenna øll? Tað verður høvuðsspurningurin í nýggjari føroyskari sjónvarpsrøð, sum í hesum døgum tekur síni fyrstu fet. 

Íblásturin kom frá okkara egnu upplivingum, tá vit fluttu heim, siga Anna Maria Sloan og Annika Djurhuus Olsen, sum báðar eru leikstjórar. 

Eitt lítið samfelag 

Sjónvarpsrøðin, sum eitur Gøtubrá, kemur at snúgva seg um Helenu, ið er ein støk kvinna í 30unum, sum júst er flutt heim aftur til Føroyar. 

- Tú kanst ikki bara fara út á deyt í Føroyum, tí øll kenna øll. So hoyra fólk beinanveg, at tú fjasast við onkrum, vísir annar leikstjórin á. 

Tað er eitt av dømunum um, hvussu tað er at vera á føroyska deytingmarknaðinum, sum er eitt sindur øðrvísi enn aðrastaðni, siga tær báðar flennandi. 

Sikta eftir stjørnunum

Vit ynska at vísa ein nokkso vanligan veruleika, sum vit síggja í føroyska deytinglívinum, siga leikstjórarnir, sum hava stórar ætlanir. 

Fyrstu upptøkurnar gerast júst nú, og ambitiónirnar eru stórar. - Vit vilja eisini út á altjóða pallin, siga Annika og Anna Maria. 

Vit hava góð fólk aftrat okkum, leggja tær eisini dent á. Umframt fleiri føroyingar, eru eisini altjóða fólk við úr eitt nú Svøriki og USA. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493