Ongin illgruni um brotsgerð

Ongin illgruni um brotsgerð
- Einki illgrunasamt ella revsivert er farið fram í sambandi við, at ein ungur maður varð funnin deyður uttan fyri eini sethús í Fuglafirði í síðstu viku, hevur Kári Jacobsen, leiðari á kanningardeildini hjá politinum, boðað frá.
Mynd: Savnsmynd  
 
16.08.2026 - 23:59

Løgreglan hevur ongin illgruna um, at nøkur brotsgerð kann vera orsøk til, at ein 24 ára gamal maður týsdagin í síðstu viku varð funnin deyður uttan fyri eini sethús í Fuglafirði. 
 
- Einki illgrunasamt ella revsivert er farið fram. Kanningararbeiðið er nú liðugt, segði Kári Jacobsen, leiðari á kanningardeildini hjá politinum, í stuttari, skrivligari viðmerking leygarmorgunin.

Løgreglan hevði ikki fleiri viðmerkingar til málið.

Fríggjadagin segði Michael Boolsen, fúti, at politiið í Føroyum hevði fingið hjálp frá politinum í Danmark í arbeiðnum at greina, júst hvat var farið fram í samband við tilburðin. Tá vóru kanningarnar ikki lidnar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576