Mentamálaráðið fær alla ábyrgd av at byggja kampus

Mentamálaráðið fær alla ábyrgd av at byggja kampus
Málið er at halda tíðarætlanina hjá byggiumsitingini hjá Landsverki, sum nú er niðurløgd
Nú byggiumsitingin á Landsverki er niðurløgd, fær Mentamálaráðið alla ábyrgd at byggja kampus á Frælsinum í Havn.
 
21.08.2026 - 09:37

Í Mentamálaráðnum verður arbeitt við at byggja upp førleika at hava alla ábyrgd av at byggja høvuðsbygningin í kampusverkætlanini á Frælsinum í Havn.

Málið er at halda fýra ára tíðarætlaninna hjá niðurløgdu byggiumsitingini hjá Landsverki, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.

Síðst í juni boðaði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, frá, at byggiumsitingin hjá Landsverki skuldi niðurleggjast, og at verkætlanirnar skuldu flytast í aðalráðini.

 


Bárður á Lakjuni.

 

Greiðari ábyrgdarbýti

Endamálið var at fáa greiðari ábyrgdarbýti, har landsstýrisfólkið stendur fyri byggingini og eftirlitinum, og eisini hevur figgjarliga og fakliga ábyrgd. 

Seint í nítiárunum var sama arbeiðsøkið annars flutt úr aðalráðunum og miðsavnað í Landsverki.

1. januar yvirtekur Mentamálaráðið formliga kampusverkætlanina.

J&K Petersen hevði lægsta tilboðið at byggja høvuðsbygningin, og tað er 349 mió. kr.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531