Einki lyfti um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum

Einki lyfti um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum
Føroyska luttøkan í norðurlendska samstarvinum er nú á einum vegamóti, sigur løgmaður
Beinir Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, vóru vertir fyri summarfundinum hjá norðurlendsku stjórnarleiðarunum í Keypmannahavn í gjár.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
21.08.2026 - 12:20

Løgmaður fekk einki lyfti um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum á felags summarfundi í Keypmannahavn í gjár.

- Men føroyska luttøkan í norðurlendska samstarvinum er nú á einum vegamóti, sigur Beinir Johannesen, og sipar til komandi ársfund hjá Norðurlandaráðnum, sum verður í Helsinki síðst í oktober.

Í vár settu norðurlendsku samstarvsráðharrarnir eina nevnd at endurskoða Helsingfors-sáttmálan við tí endamáli at gera tað møguligt at javnseta Føroyar, Grønland og Áland við hini londini í Norðurlandaráðnum og í Norðurlendska Ráðharraráðnum. 

Grønlendski formaðurin fyri Naalakkersuisut, Jens-Frederik Nielsen, segði við Ritzau eftir fundin í Keypamannahavn í gjár, at Grønland og Føroyar eru at rokna sum eitt B-lið í norðurlendska samstarvinum. 

Og Grønland hevur fleiri ferðir hótt við at rýma úr norðurlendska samstarvinum, fær landið ikki fullan limaskap.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21082026_Beinir

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860