Ferðsluløgreglan vil hava kunngerð um el-súkklur

Ferðsluløgreglan vil hava kunngerð um el-súkklur
Forboð er fyri at brúka el-rennihjól á almennum øki, men løgreglan kann ikki gera nakað við el-súkklurnar
Karl Leonsson, løgreglumaður
Mynd: Savnsmynd  
 
01.09.2026 - 14:15

- Eg kann ikki revsa viðkomandi, tá eingin kunngerð er á økinum. Men eg vil fegin koma við eini áheitan til foreldur, sum keypa slíkar súkklur, ið minna meira um knallertir. Tað er bara ein spurningur um tíð, so taka vit el-súkklurnar, sigur ferðslupolitisturin Karl Leonsson, sum var gestur í Morgunsendingini.

Nógvar el-súkklur síggjast í ferðsluni, men økið er óskipað, sigur Karl Leonsson.

- Eg fái bara víst til donsku kunngerðina, tí vit hava ikki lýst ta føroysku enn.

Hjá ferðsluløgregluni eru tey varug við el-súkklur, sum í summum fleiri førum minna um prutl. 

Í Danmark er ásett við lóg, at tú ikki kann súkkla skjótari enn 25 kilometrar um tíman. 

Í sambandi við el-rennihjól er støðan greiðari. Har hevur løgreglan skyldu til at taka tey, sum verða brúkt á almennum øki.

- Vit síggja fleiri rennihjól, og tey eru heilt ung, sum koyra á teimum. Men rennihjólini eru nevnd í kunngerðini, og eru ólóglig. Tey mugu ikki brúkast á almennum øki. Og tað er álagt okkum at taka tey fyrstu ferð, vit síggja tey, sigur Karl Leonsson. 

Verður eitt barn steðgað á el-rennihjóli, verður tann, sum varðar av barninum, revsaður við bót.

Hoyr tíðindainnslagið, við ljóðbrotið úr morgunsendingini, tá Karl Leonsson frá ferðsluløgregluni vitjaði:

 

01092026_Ferdsla

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572