- Tíðindi, mentan og ítróttur
Egor ætlar sær at vera filmsstjørna

Ofta verður tikið til, tá okkurt er eitt sindur óneyðugt, at tað er sum at fara yvir um ánna eftir vatni.
Í dag kann Egor Antonov Venned úr Miðvági bara flenna eftir, at hann flutti heilt til Los Angeles og Hollywood í tráanini eftir at gerast filmssjónleikari, men endaði aftur í Føroyum, tá hann skuldi spæla sín fyrsta filmsleiklut í danska-føroyska-kærleiksræðufilminum "No Rest for the Wicked".
"Ja, tað er nokk so stuttligt, at eg flutti allan vegin yvir har, fyri so at blðíva flogin aftur til Føroya, har alt byrjaði hjá mær. Eg eri ótrúliga glaður fyri, at tað hendi upp á hendan mátan," sigur Egor Venned.
"No Rest for the Wicked" verður frumsýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio í kvøld. Filmurin er fyrsti filmur í heystskránni hjá Filmsfelagnum, sum vísir listarliga filmar hvørt mikukvøld.
SÍ EISINI: Upptøkur í Kunoy: "No Rest for the Wicked"
Vildi hava leiklutin
Føroyingar flestir kenna Egor Antonov Venned sum ein av heimsins fremstu mannligu fotomodellum seinastu 10 árini.
Men mótaverðin flytir seg skjótt og er eirindarleys, og hóast Egor enn er í bestu árum, so ásannar hann, at hann er farin at eldast sum model.
Tí hevur Egor sett nøsina upp ímóti at gerast filmssjónleikari, og fyrsti høvuðsfilmsleiklutur hansara er sum Baldur í "No Rest for the Wicked".
"Tað fyrsta eg hugsaði, tá eg bleiv spurdur, um eg vildi koma til audition til filmin var, at 'eg vil hava leiklutin'," sigur Egor í samrøðu við Birgir Kruse á BirkBlog.
Kærleikssøga millum menn
"No Rest for the Wicked" byggir á stuttsøguna "Manor" hjá týska Karl Heinreich Ulrichs (1825-1895), sum fer fram í Føroyum.
Vit eru í Føroyum í 1862, har vit fáa innlit í gerandisdagin hjá Baldur (Egor Venned), sum er fiskimaður á bygd. Ein fremmandur maður kemur til bygda, og eftir hetta verður einki sum fyrr.
Hin fremmandi er danski hvalaveiðimaðurin Helgi (Pilou Asbæk), sum vekir nakað í føroyska Balduri. Sum frá líður taka djúpar kenslur seg upp, sum sjónliga spíra teirra millum.
Tá ein sorgarleikur syndrar sambandið, ið hevur verið teirra millum, elvir tað til ógvusligar hendingar. Ræðsla kemur á bygdafólkið, ið tekur seg saman at mana tað illa niður í jørðina.
Men Baldur og Helgi halda fast um kærleikan, sum er sprottin teirra millum. Teir stríðast til deyðan - og enn longur.
SÍ EISINI: Framleiða føroyskan film
Alfevnandi søga
Hóast filmurin snýr seg um kærleikan millum tveir menn, so er søgan samstundis alfevnandi, heldur leikstjórin Kasper Kalle í viðtalu við Birgir Kruse á BirkBlog.
"Øll vilja verða góð- og viðurkend sum tað, tey eru, og flestu okkara kenna til ólukkuligan ella í minsta lagi torføran kærleika."
Heitið á filminum, "No Rest for the Wicked", ið merkir eingin hvíld til tey óndu, er tikið úr Bíbliuni úr einum bíbliuørindi hjá Jesaja.
"Trúgv fyllir nógv í okkara filmi, og eg haldi, at hetta ørindi hóskar so væl til søguna, tí hvør er "the wicked" (tey óndu)? Eru tað teir báðir forelskaðu menninir, ella eru tað tey, ið ikki kunnu góðtaka teirra kærleika? Og hvør er tað, ið ikki kann finna hvílu?"
Ein bimbur í New York
Egor Venned, sum í løtuni býr í New York, er føddur í Russlandi, men kom sum tvey ára gamal til Føroya, her hann vaks upp.
Longu sum tannáringur gjørdist hann modell, og var knýttur at altjóða fyritøkum í Milano, París, New York og Keypmannahavn.
Egor hevur verið á forsíðununum á mótabløðum sum Vogue, og gingið catwalk fyri Versace, Armani og Tom Ford.
Umframt at verða millum fremstu mannligu modellir úti í heimi, so hevur Egor eisni fingið undirvísing í leiklist. Og hann kendi beinavegin seg sjálvan aftur í Balduri, ið er leikluturin, sum Egor spælir í "No Rest for the Wicked".
"Fyrstu ferð eg las stuttsøguna "Manor", sá eg fyri mær, at søgan fór fram á Slættanesi í Vágum, har streymharða Vestmannasund er uttanfyri. Veit ikki um eg havi rætt, ella um søguskrivarin tekur sær eitt ávíst frælsi," hugleiðir Egor, ið lýsir seg sjálvan sum eina stoltan miðving ella "bimb".
Fær rós
Egor Venned fær nógv rós fyri sítt fyrsta avrikið á løðriftinum, bæði frá viðleikarum og ummælarum.
"Hann er ótrúliga góður í filminum," sigur hansara viðleikari, hin dugnaliga og roynda Sofía Nolsøe, sum spælir leiklutin sum Ásla, ið er mamma Baldur.
Ummælarin í danska filmstíðarritinum Ekko, sum forrestin er føroyingur, skrivar, at undirspældi stílurin og sakleyst melankolski framburðurin hjá Egor sampakkar væl við Baldur.
Egor Venned og Sofía Nolsøe Mikkelsen í leiklutunum sum Baldur og mamman Ásla í "No Rest for the Wicked"
Sofía Nolsøe Mikkelsen og Egor Venned vóru gestir í Vikuskiftissendingini og greiddu frá arbeiðinum við "No Rest for the Wicked".
Lærdi nógv av Pilou
Í "No Rest for the Wicked" spælir Egor Venned eisini saman við heimskenda danska sjónleikaranum Pilou Asbæk, ið fólk flest kenna frá sjónvarpsrøðunum "Game Of Thrones" og "Borgen".
"At spæla saman við Pilou var fantastiskt. Eg lærdi so nógv frá honum. Bara at síggja, hvussu hann var til arbeiðis, hvussu nógv hann leggur í sítt arbeiði, og hvussu blíður hann er til arbeiðis, lærdi eg nógv av. Vit blivu góðir vinir rættliga skjótt, og hann tók meg undir sínar veingirnar," sigur Egor Venned um samstarvið við donsku stjørnuna.
"Eg eri so æviga takksamur og glaður fyri, at eg slapp at spæla Baldur-leiklutin. Tað hevur verið besta upplivilsi í mínum lívið. Hettar er eisini mín fyrsti leiklutur nakrantíð í filmi. Vónandi havi eg meir at fortelja um aðrar leiklutir um nøkur ár."
Fakta
"No Rest For the Wicked" er annar spælifilmur hjá danska leikstjóranum Kasper Kalle. Hin fyrsti var "Christian IV - Kongens sidste rejse" (2018).
Leikarar eru: Egor Venned, Pilou Asbæk, Sofia Nolsøe (Ásla), Kjartan Hansen (Súni), Jóhannes Haukur Jóhannesson (Jákup) og Brimheim.
Lars Bredo Rahbek hevur framleitt fyri fremsta filmsframleiðara í Norðurlondum, SF Studios, saman við Outlier Projects hjá Jón Hammer í Føroyum og íslendska Truenorth. Charades í París stendur fyri altjóða søluni.























