Tá ið kynið hevur týdning fyri heilsuna

Tá ið kynið hevur týdning fyri heilsuna
Nýggj sendirøð í trimum pørtum um kvinnuheilsu, kvinnusjúkur og gransking á økinum
Í røðini hitta vit læknar, granskarar og kvinnur, sum sjálvar hava royndir við kvinnusjúku.
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen  
 
09.09.2026 - 10:00

Hvat vita vit um kvinnuheilsu? Hvussu verður granskað á økinum, og hvat vita vit um sjúkur, sum nógvar kvinnur liva við? Hvønn týdning hevur kynið fyri gransking, sjúkugreining og viðgerð? 

Hetta eru nakrir av spurningunum í nýggju sendirøðini Tí tú ert kvinna, sum í trimum pørtum varpar ljós á kvinnuheilsu úr ymiskum sjónarhornum. 

Í røðini hitta vit læknar, granskarar og kvinnur, sum sjálvar hava royndir við sjúku. Tosað verður um, hvat vit vita um heilsu hjá kvinnum, hvussu gransking á økinum fer fram, og hvørjir spurningar framvegis standa ósvaraðir. 

Eitt av evnunum er endometriosa, sum seinnu árini hevur fingið alsamt størri ans. Ein serlækni í kvinnusjúkum greiðir frá sjúkuni, og tvær kvinnur, ið hava livað leingi uttan diagnosu, siga frá, hvussu lívið við endometriosu hevur verið.  

Røðin nemur eisini við autoimmunar sjúkur, og hví tær eru serliga viðkomandi í sambandi við kvinnuheilsu. Ein endokrinologur greiðir frá, og ein kvinna við stoffskiftissjúku sigur frá síni egnu søgu og frá, hvussu hon saman við øðrum tók stig til at stovna eitt felag á økinum. 

Elin Michelsen leggur sendingina til rættis.

Tí tú ert kvinna verður at hoyra í útvarpinum mikudagar klokkan 16.05 og á KVF Ljóð, tá tað passar tær. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542