Smyril tekur bara 500 ferðafólk fyribils

Smyril tekur bara 500 ferðafólk fyribils
MES-støðirnar, sum verða brúkar til skjótt at fáa nógv ferðafólk og manning av skipinum í neyðstøðu, skulu dagførast
Ferðafólkatalið hjá Smyrli er avmarkað hetta til 23. september.
Mynd: Strandferðslan  
 
08.09.2026 - 08:39

Ferðafólkatalið hjá Smyrli er avmarkað hetta til 23. september.

Hann tekur nú bara 500 ferðafólk.

Orsøkin er, at MES-støðirnar skulu dagførast.

Ein MES-støð, Marine Evacuation System, er eitt savningar- og rýmingarstað á skipi. MES-støðirnar verða brúkar til skjótt at fáa nógv ferðafólk og manning av skipinum í neyðstøðu. 

Fólk fara gjøgnum ein sloku niður á stórar bjargingarflakar á sjónum.

Fýra fráferðir eru eisini avlýstar.

Tær eru mikudagarnar 16. september og 23. september av Krambatanga klokkan trý korter til níggju og av Havnina klokkan hálvgum tólv.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928