Eingin skúlagongd í nýggja skúlanum í óásetta tíð

Eingin skúlagongd í nýggja skúlanum í óásetta tíð
Stórur vatnskaði hevur rakt nýggja skúlabygningin hjá Sankta Frans skúla, og enn er óvist, nær næmingarnir kunnu koma aftur í skúla.
08.09.2026 - 19:24

Áleið 130 næmingar í 7., 8. og 9. flokki kunnu í løtuni ikki fáa undirvísing í nýggja skúlabygninginum hjá Sankta Frans skúla, eftir at ein stórur vatnskaði er hendur í bygninginum.

Tað eru bert góð tvey ár síðani, at bygningurin, sum hýsir hádeildini, varð tikin í nýtslu. Nú er skaðin so umfatandi, at enn er óvist, nær næmingarnir kunnu koma aftur í skúla.


Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri, og brandslangan, ið er upphavið til vatnskaðan í Sankta Frans skúlanum (Mynd: Símun Waag)

 

Einki herverk

Vatnskaðin kom av einari brandslangu, sum er farin frá. Enn er ikki greitt, hví tað hendi, men mett verður, at talan er um eitt brek og ikki herverk.

Í løtuni verður arbeitt við at fáa tamarhald á støðuni og kanna skaðan. Samstundis verður leitað eftir øðrum hølum til undirvísingina, og miðað verður eftir, at høli kunnu vera klár til næmingarnar í komandi viku.

Tórshavnar kommuna hevur ikki viljað gjørt viðmerkingar til málið í dag. Johan Syderbø, deildarleiðari á Bygningsdeildini, sigur tó við Kringvarpið, at nú verður kannað, hvat elvdi til stóra vatnlekan, og hvussu umfatandi skaðin er.

Vit vildu fegin spurt Tórshavnar kommunu, hvussu ein so umfatandi skaði kann henda í einum so nýggjum skúla. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928