Form. í Lærarafelagnum: Ein avbjóðing at dreingir duga verri at lesa

Form. í Lærarafelagnum: Ein avbjóðing at dreingir duga verri at lesa
Neyðugt er, at politiski myndugleikin skjótt tekur stig til at venda gongdini, sigur Jacob Eli S. Olsen
Jacob Eli S. Olsen er formaður í Lærarafelagnum.
 
09.09.2026 - 13:17

- Tað er ein avbjóðing, at so stórur munur er á kynunum at lesa.

Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, nú nýggja PISA-kanningin vísir, at dreingirnir eru munandi verri fyri í lesing enn genturnar. 

Nýggja PISA-kanningin vísir m.a., at 42 prosent av næmingunum hava lesiførleika, sum verður mettur ikki-virkisførur.

Jacob Eli S. Olsen sigur, at tað er neyðugt, at politiski myndugleikin skjótt tekur stig til at venda gongdini.

Sum støðan er, hava lærarar ikki nóg góðar møguleikar at lofta teimum næmingum, sum hava trupulleikar, sigur hann

Tí skal tvílærararskipanin styrkjast, so fleiri lærarar eru um hvønn næming.  

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09092026_Jacob_Eli

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928