Landsliðslegendir taka yvir í KÍ

Landsliðslegendir taka yvir í KÍ
Rógvi Jacobsen og Atli Danielsen verða hjálparvenjarar. Høvuðsvenjarin ætlar sær meira álopskendan fótbólt og heldur ikki, at vantandi venjararoyndir eru ein vansi
Mynd: Rógvi Jacobsen, Fróði Benjaminsen og Atli Danielsen
Mynd: KÍ (ki.fo)  
 
10.09.2026 - 14:27

Fróði Benjaminsen er nýggjur høvuðsvenjari hjá KÍ. Hann tekur við, eftir at samstarvið millum KÍ og Magnus Powell endaði eftir ósigurin í steypakappingini. Fróði Benjaminsen skuldi upprunaliga taka við til komandi kappingarár, men fær nú teir seks seinastu dystirnar í hesum kappingarárinum.

 - Nú bleiv tað kanska nakað knapt, tá eg tók av. Eg haldi tó, at tað hevði verið undarligt, um ein annar skuldi tikið yvir nú, og so eg til komandi kappingarár. Tað er avmarkað, hvat eg kann broyta restina av hesum kappingarárinum. Tað verður nakað av tí sama, og so fari eg at seta mín dám á, sigur Fróði Benjaminsen við Norðlýsið.

Nýggju hjálparvenjararnir eru fyrrverandi KÍ- og landsliðsspælararnir Atli Danielsen og Rógvi Jacobsen. Saman við Fróða Benjaminsen er talan um tríggjar landsliðslegendur við samanlagt 189 landsdystum – men teir hava ikki tær stóru venjararoyndirnar.

 - Teir hava fyribils játtað at taka við til restina av kappingarárinum Eg kenni teir sum persónar og sum spælarar. Eg haldi ikki tað altíð er avgerandi hvussu nógvar royndir ein venjari hevur. Eg síggi tað ikki sum ein vansa, tí ein venjari við nógvum royndum kann eisini miseydnast, sigur Fróði Benjaminsen við Norðlýsið.

 

Lovar álopsfótbólt

KÍ liggur í løtuni á 2. plássi í landskappingini. Nakað av kritikki hevur verið av spælinum seinastu tíðina. Fróði Benjaminsen lovar meira álopskendan fótbólt, men tað er við atliti til javnvágina, og at hini liðini hava lisið KÍ av.

 - Mær dámar væl góðan og álopskendan fótbólt, men tað er altíð ein javnvág í fótbólti. Tey flestu fylgja væl við hvussu KÍ spælir, og eg haldi kanska, at hini liðini hava lisið, hvussu teir spæla. Nú skal eg vita, um eg kann finna eina aðra álopskenda loysn. 

Fyrsti dystur hjá KÍ verður sunnudagin móti 07 Vestur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860