- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjey feit ár: TB 1976-82

TB-manningin, sum breyt seg fram miðskeiðis í 70-árunum, var einki minni enn ein kollvelting í føroyskum fótbólti. Í 1976 koppaðu teir suverena HB-liðnum, sum hevði verið einaráðandi í nøkur ár. Áskoðarar stóðu sum kánus. Hetta var okkurt nýtt. Øllum kendist tað soleiðis, sum hevjaðu teir spælið upp í higartil ókendar hæddir í føroyskum fótbólti.
Spælið brúsaði, tað var ferð og villskapur og elegansa hvørt um annað í hvørjum álopi. Alt var borið uppi av einari orku og sigursvilja, sum hini liðini ikki høvdu. Ein nýggjur X-faktor opinberaðist. Mótstøðuliðini hoknaðu ofta undir støðuga trýstinum og dárandi snildunum í øllum TB-fýrverkinum. Treytaleysa álopsspælið var í hásæti. Fínastu gimsteinarnir í øllum skartinum vóru teir tríggir hvirluvindarnir í TB-ódnini; Henrik Thomsen og tvíburarnir Ásmundur og Tróndur Nolsøe.
Sum eitt fjart ekkó av diskorútmunum uttan úr heimi hesi árini dansaðu teir elegant uttan um sínar mótleikarar við bóltinum. TB dagførdi føroyskan fótbólt av nýggjum - bæði á vølli og uttanfyri vøllin, har festliga áskoðarafjøldin eisini flutti mørk.
4000 fólk møttu upp til FM-finaluna í Gundadali í 1977 millum HB og TB
Gylta stundin
1977, 2. oktober.
Sjáldan hevur sovorðin rómur verið til nakran landskappingardyst í Føroyum, sum tá ið HB og TB brustu saman í Gundadali í avgerandi dysti um meistaraheitið hetta árið. TB var tvey stig fremri enn HB. Málúrtøkan hjá TB var 30-7, hjá HB 23-6. HB hevði tí fyri neyðini at vinna dystin við fýra málum, skuldu teir taka meistaraheitið frá TB. Ein næstan ómøgulig uppgáva. Men sama hvørjar fyritreytirnar vóru, var undir øllum umstøðum talan um eina moralska finalu millum fyrrverandi stórliðið og nýggja hvirluvindin.
Maður og kvinna fór av húsi henda dagin. Smyril kom fullfmermdur við mælskum TB-fjepparum í hundranda tali, fleiri gingu við nýheimabundnum turrikløðum í TB-litum um hálsin, og við sær høvdu tey gomlu sirenuna, sum upprunaliga varð brúkt í 30-árunum at boða fiskafólki til arbeiðis, fyrst hjá AT (Arbejdernes Trawlerdrift), seinni hjá Uttara handli.
TB-viðhaldsfólkini á Tvørábakkanum í 1977
Øll TB-gongan víggirdi seg á bakkanum eystanfyri vøllin, har sum HB og B36 seinni bygdu hús. HB-viðhaldsskarin brynjaði seg við skeltum og trýstfloytum í stóra skýlinum vestanfyri vøllin.
Hildið var, at slakir 4.000 áskoðarar vóru í Gundadali henda dagin.
Fjálturin nervaði spælararnar í fyrra hálvleiki. Ein fitt løta gekk, áðrenn bondini losnaðu og gongd fekst á tað teymaleysa spælið. HB var í størri mun enn TB spælstýrandi í fyrra hálvleiki, men ov lítið bit var í atsóknunum. Áskoðarar stóðu og sótu kortini sum á glóðum, tí skjótt var hvønn vegin. Í 25. minutti brast eitt HB-brandskot á tvørstongina, TB fór í snarálop, Henrik Thomsen rak seg leysan og skeyt, men rakti stongina. Einki mál kom í fyrra hálvleiki.
TB-liðið tóktist meira álopssinnað, tá ið farið var undir seinna hálvleik. Og teir høvdu bara sjey minuttir um at avgera dystin við trimum málum tíðliga í seinna hálvleiki. Øll vóru púra paff, at TB soleiðis við trimum hvøllum dunum læt litfagra fýrverkið bresta við so stuttum millumbili. Sebralitta TB-viðhaldsfjøldin - sum útvarpsfrásøgumaðurin, Niels Juel Arge tók til - var sum vera man á gosi hesa løtuna.
Tróndur hattrikk
Tróndur Nolsøe var stóra hetjan hjá suðuroyingum henda dagin. Við sínum hattrikki í 3-0 sigrinum tryggjaði hann TB eitt glæsiligt meistaraheiti annað árið á rað, og veitti samstundis HB dyggasta ósigurin á heimavølli í eitt mannaminni.
Dysturin var nú avgjørdur. TB-arar lótu bóltin ganga hegnisliga aftur og fram sínamillum, og tann seinasti hálvi tímin av dystinum var mest at líkna við eina stórfingna niðurteljing til stóru FM-veitsluna, sum fyrireikað var á Tvøroyri hesa løtuna.
Flemming Petersen handar vegna Føroya Bjór TB nýggja FM-ferðasteypið í Gundadali í 1977. Petur Hammer, liðskipari, er klárur at taka ímóti
Í somu løtu at dysturin endaði floymdu TB-viðhaldsfólk inn á vøllin at fagna sínum spælarum. Tað hoyrdist ikki mannamál, tá ið Flemming Petersen vegna Føroya Bjór skuldi handa føroyameistarunum nýggja ferðasteypið, sum bryggjaríið í Klaksvík hevði latið liðunum í 1. deild at kappast um. TB hevði annars nýggja sodavatnið hjá Restorfs Bryggjarí, Sisu, á leikbúnanum hetta árið!
Bornir í gullstóli
TB-spælarar vórðu bornir í gullstóli av ovara vølli oman á niðara vøll, har FM-myndin var tikin av teimum í eystara máli. Spælararnir fingu ikki vent sær fyri ovfarakátum fjepparum, sum hingu uppi í teimum. Allur riðilin endaði inni í TB-umklæðingarrúminum í gamla HB-húsinum. Har vóru spælararnir næstan sundurskræddir, leiktroyggjur og gaggur endaðu sum tinganest hjá grammastu viðhaldsmonnunum, sum til endans máttu rekast út, so at spælarar sluppu undir brúsuna.
Petur Hammer, liðskipari, verður borin í gullstóli við FM-steypinum í Gundadali í 1977
Strandferðslan upplýsti, at eini 500 fólk fóru suður við Smyrli hetta kvøldið. Veitslan byrjaði longu umborð á Smyrli. Har var farið upp á gólv, fløskan var á lofti, og onkur spælari slóknaði longu á minniliga túrinum suður um fjørð.
Stór mannamúgva stóð á bryggjuni á Tvøroyri, tá ið Smyril kom suður. Rakettir vórðu skotnar út móti skipinum og skotini rungaðu um allan fjørðin. Spælararnir vórðu bornir í land. Leiðin gekk fyrst niðan á býráðsskrivstovuna, har ið Sverri Midjord - ið hevði havt fleiri av spælarunum undir hond sum pilta- og dreingjavenjari hjá TB nøkur ár frammanundan - ynskti tillukku býráðsins vegna. Haðani var farið til samkomu á Hotel Tvøroyri, sum TB var vertur fyri.
Og so var dansað til tann ljósa morgun!
"Eitt fótbóltslið sum TB ei vit hava sæð...!"
Stolti arvurin
Sterka fótbóltssiðvenjan á Tvøroyri er ikki komin av ongum, tí tað var har, at fótbólturin av fyrstan tíð spretti í Føroyum. Longu í 1892 stovnaðu teir fyrsta ítróttarfelag í landinum - Tværø Boldklub. Stigtakari var ein ungur studentur úr Trongisvági, Poul Effersøe, sum í lestrarárum á Sorø Akademi hevði verið millum teir fyrstu í Danmark, ið íðkaðu hetta nýggja bretska spælið.
Tað er neyvan av tilvild, at ítróttarrørslan í Føroyum hevur sín uppruna á Tvøroyri. Har valdaði um aldamótið árræði og bjartskygni. Tvøroyri mentist í stórum vinnuliga eftir at einahandilin var avtikin. T.F. Thomsen keypti húsini hjá kongliga handlinum, og fekk sær fleiri úthandlar og nógv skip. Um somu tíð fór J. Mortensen undir sítt umfatandi vinnu- og reiðaravirksemi. Hann hevði størsta handilin í landinum umframt einar tjúgu úthandlar og eini tretivu skip.
Skipsfiskiskapurin tók dik á seg hesi árini. Skipini løgdu veiðina upp á handilsbygdunum, og nógv ungfólk fluttu til Suðuroyar at arbeiða og settu búgv har. Skipatalið seksfaldaðist árini frá 1891 til 1900, og fólkatalið á Tvøroyri tvífaldaðist. Og longu frá fyrsta degi savnaðist bæði høgur og lágur um nýggja fótbóltsfelagið í bygdini.
Eitt TB-lið frá fyrru helvt av 20. øld
Í teimum kappingum, sum fyriskipaðar vóru millum føroysk feløg fyrrapartin í 20. øld, skaraði TB framúr. Í 1911 vinnur TB fyrstu finaluna um von Mehren steypið, sum er fyrsta steypakapping í føroyskum fótbólti. Steypið verður vunnið til ognar á ólavsøku í 1914. Tá sæst TB á fyrsta sinni í eyðkenda svart-hvíta búnanum, sum teir hava spælt í síðani.
Mest verður kappast móti HB. Dystirnir teirra millum fáa tíðliga støðu sum stórdystir. TB vinnur í 30-árunum landskappingina um Bulldog-steypið og staðfestir sína støðu sum fremsta fótbóltsfelag í landinum. Kappingin við hini feløgini harðnar kortini í hvørjum, og tá ið tað undir krígnum verður farið undir árligu FM-kappingarnar, eru skiftandi vinnarar tey fyrstu árini. TB smæðir seg ikki burtur, og vinnur meistaraheitið við jøvnum millumbili.
KÍ trokar TB av
Í 50-árunum trokar KÍ TB av og verður nýtt stórlið í føroyskum fótbólti, men á Sevmýri hevur TB framvegis sín skansa. Spælarar sum Mervyn Dimon og Arne Nolsøe borga fyri góðsku øll 50-árini, men meistaraheitið er TB ikki longur ment at vinna, hóast teir viðhvørt vinna steypakappingina.
Kristian Djurhuus, løgmaður, handar TB-liðskiparanum, Mervyn Dimon, Ísafjarðarbikarið, á Sevmýri í 1958, meðan Niels Juel Arge frá nýstovnaða Útvarpi Føroya tekur upp. TB hevði júst vunnið steypafinaluna móti HB 5-3. Steypakappingin, ið varð stovnað í 1955, nevndist Kappingin um Ísafjarðarsúluna fram til 1989, tá hon broytti navn til Kappingin um Løgmanssteypið
Stígur var komin í fótbóltin í TB. Langt var millum sigrarnar. Seinnu 50-árini og 60-árini øll mundu kennast sum ein long oyðimarkargonga hjá aldursforsetanum. Samfelagsliga høvdu 50-árini eisini verið tyngjandi við fallandi virksemi og burturflyting.
Men smátt um smátt fer at lýa í. Seint í 60-árunum fer aftur at bragda í TB. Úrslitini av miðvísum ungdómsarbeiði í nøkur ár eru nú farin at síggjast. Felagið vinnur nú fyrstu meistaraheitini í ungdómsdeildunum. Dreingjaliðið vinnur í 1970 og aftur í 1971 bæði meistaraheiti og steypakapping.
70-ini eru uppgonguár í Føroyum, og á Tvøroyri kenna tey eisini fløvan av framburðinum. Fólkatalið økist. HF-skúlin, sum byrjar í 1974, ger, at ungdómurin fjølgast í oynni. Í 1975 verður stórt nútímans flakavirki tikið í brúk á Tvøroyri. Nýggj skip verða keypt; trolararnir Suðringur og Rankin og línuskipið Bláfossur tryggja nýggja virkinum nógv arbeiði. Og sama ár kemur tann nýggi Smyril. Nú er næstan ikki mark fyri, hvussu nógv ferðafólk og bilar kunnu flytast millum Suðuroynna og meginlandið. Eitt nýkomið bjartskygni eyðkennir allan býin.
Skrúvan verður táttað
Í TB verður í góðum treysti farið undir eitt nýtt kappingarár í 1976. Nýggjur venjari tekur við. Íslendingurin Kjartan Sigtryggsson loysir av avhildna danan Peter Kordt, sum hevði verið venjari árið fyri. Íslendingurin krevur nógv av spælarunum og fær teir í ógvuliga góða venjing. Spælarar eru sera hugagóðir og geva seg lýdnir undir herdu krøvini. Skrúvan verður táttað.
Spælarar taka sjálvir ábyrgd av síni venjingarstøðu. Innanhýsis birtist kappingarhugur um hvør treystastur er at renna bakkan vestanfyri TB-húsið á Sevmýri. Og gávaðu tvíburarnir innan úr Trongisvági, Ásmundur og Tróndur Nolsøe, tóku sær fyri at renna longu leiðina út á Sevmýri og til húsa aftur eftir venjing.
Nærsýnti strategurin
Íslendingurin Kjartan Sigtryggson hevði liðið um hendi saman við tí 21 ára gamla John Rødgård, sum var komin úr Jyllandsseriuliðnum Esbjerg ØB. John Rødgård hevði í 1976 ikki spælt fótbólt á høgum stigi, og venjararoyndir hevði hann ongar. Afturímóti var hann sera góður telvari. Hann var í 1973 vorðin danskur unglingameistari, og miðskeiðis í 70-árunum var hann í ferð við at gerast ein av góðu telvarunum í Danmark. Men so fór hann brádliga til Føroyar at spæla fótbólt.
Í februar 1976 var hann júst afturkomin av uppihaldi í Daphna-kibbutsini í Ísrael. Í Esbjerg hittir hann gentuna hjá einum av vinmonnunum úr Esbjerg ØB, Karl Overgaard, sum júst var farin til Føroyar at venja VB. Hon veit at siga, at teir sóknast eftir spælara og venjara á Tvøroyri. - Hevði tað ikki verið nakað fyri teg, spyr hon. John hevði ætlað sær undir søgulestur á universitetinum, men ævintýrarhugurin dregur hann í staðin til Føroyar.
Ein ungur John Rødgaard, júst heimafturkomin eftir eitt kibbuts-uppihaldi, sæst standa uttast til vinstru (Mynd: Privat á Facebook)
Tveir tilburðir fyrstu dagarnar í Føroyum fingu hann at iðra seg, at hann var komin; fyrst sitandi úti á dekkinum á Dúgvuni við karmi illa fyrikomin av sjóverki á veg suður á fýra tíma longum sjasktúri, og í øðrum lagi bløðandi knø eftir fyrstu sendingarnar á grúsvøllinum á Sevmýri. Hann setti sær kortini fyri at geva tol, og eftir fáum døgum kendi hann á sær, hvussu væl hann fall til. Hann varð á vári 1976 settur sum ungdómsvenjari í TB og sum spælari á 1. liði. Ætlandi skuldi hann hava nakrar tímar í skúlanum sum vikarur, men hann gjørdist í staðin jørð- og betongarbeiðsmaður aftrat fótbóltinum.
John, ið var nærsýntur og spældi við brillum í øllum veðri, var strategurin á liðnum hjá TB, tann sum knýtti alt saman. Hóast hann var blaðungur og óroyndur í venjaragerninginum, lá kortini væl fyri. Hann dugdi væl við fólki, fekk allar at standa saman, og hevði taktiskt medvit.
TB legði nógv fyri at vinna seg fram í fremstu røð og andin var fúsur á hvørjum manni. Venjingarnar herdust. Spælarum varð álagt at halda seg í toluligari venjing um veturin. Tá var eingin høll, men spælt varð ofta í skúlagarðinum, eisini í kava. Skipaða venjingin byrjaði í februar. Fýra ferðir um vikuna. Løtt venjing mánadag, høvuðsvenjingin var týsdag og hósdag. Fyrst kondisjónsvenjing í slakan tíma, aloftast við bólti, síðani spæl í hálvanannan tíma. Fríggjakvøld var aftur løtt venjing, mest av taktiskum slagi. Bóltur var fastur til allar venjingar, løturnar vórðu brúktar til bóltspæl at stimbra leikkynstrið og spæligleðina heldur enn langar, møðsamar rennitúrar.
Bulurin á gylta TB-liðnum stavaði frá einum og sama árgangi av dreingjum, sum her sæst eftir at hava vunnið greipuna í 1970. Teir vunnu eisini greipuna í piltadeildini í 1968, og somu dreingir vunnu eisini meistaraheitið í 1971. Úr hesum góða árgangi finna vit fleiri av teimum, sum gjørdu vart við seg á tí góða TB-liðnum, sum gjørdi fyrsta vørrin í 1976, eitt nú eyðsýndu tvíburðarnir, Ásmud og Trónd (Mynd: úr myndasavninum hjá Leivi Nygaard)
Sum skotskir seyðahundar
TB hevði hesi árini eitt heilt ættarlið av góðum spælarum. Eitt eyðkenni fyri at kalla allar spælararnar var kvikleikin og góði bóltførleikin. Verjuspælararnir høvdu nærum sama bóltførleika sum álopsspælararnir. Bólturin varð ikki skotin tilvildarliga til himmals uttan mál og mið; hjá øllum var tann vakri fótbólturin settur í hásæti.
Fleiri høvdu spælt saman heilt frá piltum av. Nakrir skaraðu framúr. Við hvirluvindinum Henriki Thomsen og tvíburðunum Ásmundi og Tróndi Nolsøe á odda gjørdist TB eitt ógvuliga framsøkið lið við spískum broddi. Teir vóru kvikir og ótroyttiligir sum skotskir seyðahundar; reikaðu støðugt og skiftu pláss, so at verjuleikarar stundum vóru í dýrastu neyð. Mett var, at fóru teir tríggir í snarálop móti fýra verjuleikarum, var talan um stóran málmøguleika!
TB hevði rímiligt eisini aðrar góðar spælarar. Gordon Hofgård var ein framúrskarandi málmaður við gávum so eyðsýndum, at hann lættliga kundi gjørt seg galdandi í øðrum londum, hevði hann lagt meira fyri. At hann ongan landsdyst fekk er bæði synd og skomm. TB hevði góðar spælarar um allan vøllin, John Rødgård var ein, sum bant saman og fekk spælið at flóta. Og í huganum á teimum øllum - eisini verjuspælarunum - var eingin ivi; tað ráddi um at spæla skjótt og vakurt - og at loypa á!
Og áskoðararnir vóru ernir av sínum liði. TB hevði í meðal eini 500/600 áskoðarar til hvønn heimadystin - stundum nógv fleiri. Var ein spennandi útidystur í Gundadali kom øll tann mælska viðhaldsfjøldin við turrikløðum í skærum TB-litum og ýlandi sirenuni norður um fjørð og hertóku Havnina.
Fótbóltstríeinigheitin hjá TB, tvíburðarnir, Tróndur og Ásmundur, og Henrik Thomsen
1976 - gera bart
Summi høvdu longu í 1975 hildið seg sæð tekin til veruligan framburð, men at tað fór at bragda longu í 1976, kom óvart á øll. Men tey, sum høvdu hugt djúpt í glaskúluna, vóru sannførd um, at endurreisnin hjá TB var í umbúna.
Tað byrjaði við, at TB vann dreingjadeildina í 1965. Tað skundaði undir eitt miðvísari ungdómsarbeiði. Í 1968 vunnu piltarnir hjá TB bæði meistaraheiti og steypakapping, og somu spælarar vunnu aftur greipuna í dreingjadeildini í 1970 og meistaraheitið í 1971. Úr hesum góða árgangi finna vit fleiri av teimum, sum gjørdu vart við seg á tí góða TB-liðnum, sum gjørdi fyrsta vørrin í 1976.
Landskappingin gjørdist spennandi, tí TB, HB og KÍ stríddust um meistaraheitið til seinasta umfar. TB hevði sína fyrstu styrkiroynd á nýggja ovara vølli í Gundadali móti HB. Her sást longu hitt treytaleysa álopsspælið hjá TB. Øllum mundi tá standa greitt, at trífaldu føroyameistararnir HB høvdu funnið sín javnlíka. Tað gjørdist ein góður og undirhaldandi dystur við sjey málum, sum HB vann 4-3. TB-arar kendu seg snýttar fyri javnleikin, tá ið dómarin seint í dystinum kolldømdi eitt mál til 4-4. Men spælið talaði fyri seg. Eingin av teimum, sum sá dystin, mundi nú vera í iva um, at TB fór at gera seg galdandi í kappingini um meistaraheitið.
TB hevði sín skansa á Sevmýri. Har vóru teir ikki mjúkir at strúka. Tað kom til ein branddyst móti KÍ, sum eisini legði seg út í kappingina um meistaraheitið hetta árið. KÍ var á odda 3-1 í hálvleikinum, men so kom eldur í TB. Teir fingu fimm mál í eitt koyr og løgdu seg á odda 6-3. So raknaði KÍ við aftur. Teir stríddu seg upp á 6-5, og kundu saktans fingið fleiri mál, men endin var, at TB vann henda sjáldsama dystin við tennistølum.
TB fekk HB aftur og tók leiðsluna í meistaradeildini á fyrsta sinni, tá ið teir vunnu tann týðandi heimadystin móti HB á Sevmýru. TB legði fyri sum eitt óløgi við sera ágangandi álopsspæli og avgjørdi dystin í roynd og veru longu tað fyrsta korterið. Henrik Thomsen var flúgvandi og skjeyt tvey av málunum hesa løtuna.
Næstsíðsta umfar. Tveir avgerandi grannadystir eru á skránni. Í Havn spæla HB og B36 og í Vági VB og TB. Í Suðuroy - serliga á Tvøroyri - er spenningurin øgiligur. Nú kunnu teir næstan tevja gullrákan. Men VB á útivølli kenna teir seg ikki tryggar við. Teir binda um heilan fingur og senda boð til Danmarkar eftir verjuspælaranum Boga Djurhuus.
Tað gjørdist als ikki tann javni og spennandi dysturin vesturi á Eiðinum millum VB og TB, sum øll væntaðu. TB var flúgvandi og vant burturúr vágbingum. Úrslitið av dystinum var 5-0 til TB. Og hvør skeyt hattrikk? Jú, verjuspælarin Bogi Djurhuus!
TB-liðið, sum vann felagnum fyrsta meistaraheitið í 25 ár í 1976, og sum setti hol á seinasta gylta tíðarskeiðið hjá TB
Fyrsta FM-heiti í 25 ár
TB hevði heimadyst móti ÍF í seinasta umfari. Vunnu teir, vóru teir meistarar. Taptu teir, kundi HB ota seg fram um teir á málstrikuni, um teir vunnu á KÍ í Gundadali. Men eingin væntaði annað, enn at TB fór at útinna setningin á Sevmýri.
Alt, sum krúpa og ganga kundi á Tvøroyri og har um vegir, helt út á Sevmýri hendan seinasta kappingardagin. Spennandi gjørdist dysturin ongantíð, til tess var munurin á liðunum ov stórur. TB legði seg á odda 2-0, men tá ið Birgir Thomsen minkaði um munin fyri ÍF í fyrra hálvleiki, kom kanska ótti á teir mest spentu suðuroyingarnar. Men tá ið Delmar Joensen stutt fyri hálvleik økti til 3-1, tóktist leiðin til fyrsta meistaraheitið í fjórðingsøld vera ruddað hjá aldursforsetanum.
Í seinna hálvleiki var allur ivi kveistraður til viks, tá ið fyrst Arne Petersen og síðani Henrik Thomsen slerdu ruddiliga 5-1 sigurin fastan - og so var ball á Tvøroyri!
1977 - glæsiliga árið
Tann søti FM-smakkurin hevði givið TB-arum brell at spenna seg upp aftur meira út til tess at endurvinna meistaraheitið í 1977. Manningin var í stórum tann sama sum árið fyri.
Jens Johannesen flutti av miðjuni aftur í verjuna fyri Boga Djurhuus, sum fór burtur í lestrarørindum, danski HF-lærarin Poul-Erik Smedemark var nýggjur á miðjuni, og Poul Laðanberg loysti Tórð Strøm av á vinstra bakki. Og John Rødgård tók nú við sum leikandi venjari, tí Kjartan Sigtryggsson var givin í felagnum.
1977 gjørdist eitt minniligt kappingarár hjá TB. Teimum eydnaðist á fyrsta sinni at vinna bæði landskapping og steypakapping. Steypakappingin um Ísafjarðarsúluna endaði við tveimum finalum móti VB. Vágbingar tóku TB á bóli við óvæntað at vinna fyrra finaludystin á útivølli 3-1. Vónirnar hjá TB at vinna aftur tað, ið mist var í seinnu finaluni í Vági mundu ikki vera tær bestu, men kortini eydnaðist TB at røkka setninginum við frálíkum 3-0 sigri vesturi á Eiðinum.
Í landskappingini gekk tað eisini upp á stás í 1977. Álopsspælið var framvegis í hásæti, men verjuparturin tóktist styrknaður, tí bara sjey mál fóru ígjøgnum alt árið. Og tað áhugaverda var, at álopsspælið byrjaði vanliga heilt har afturi.
TB fekk aftur mestu kappingina frá HB, men vágbingar vóru heldur ikki mjúkir at strúka og endaðu á triðja plássi, bara eitt stig aftanfyri HB. Afturímóti var KÍ viknað. Teir høvdu nýggjan venjara, Tony Paris, men mistu sum frá leið flogið.
ÍF var so smátt farið at gera um seg. Enski venjarin, Ken Webberley, hevði útvegað fuglfirðingum framherjan, Dave Jones úr Liverpool. Hann mundi vera millum fyrstu útlendingar, ið komu til Føroyar at spæla fótbólt. Føroyingar sannaðu skjótt, at Dave Jones var skarprættari, ið dugdi.
Nýggja havnarfelagið Fram var komið upp í 1. deild. Teir gjørdu sær als ikki fyri skommum. Móti stórabeiggjanum HB fingu teir 1-1 í øðrum dystinum, og tað kom HB dátt við í royndunum at fáa TB aftur.
TB-liðið, ið tryggja sær FM í Gundadali í 1977
Togast við HB
TB og HB vóru skjótt einsamøll á odda í kappingini.
Stutt eftir ólavsøku kom tann fyrri toppdysturin. Á Sevmýri eydnaðist TB at vinna 1-0 á HB og taka leiðsluna í kappingini. Málið skeyt Tróndur Nolsøe í evstu løtu í dystinum.
Vikuna eftir komu vágbingar tvørámonnum til hjálpar, tá ið teir óvæntað feldu HB í Gundadali. Sumbingurin Jóhannes Nielsen skeyt tvey av málunum í 3-1 sigrinum hjá VB og legði upp til hitt triðja.
Í áttanda umfari 31. august tók TB eitt týðandi fet fram á leið, tá ið teimum eydnaðist at vinna trupla útidystin í Vági 1-0. Málið skeyt John Rødgård við frísparki úr í øllum førum tretivu metra fjarstøðu beinleiðis í mál. Eitt rættiligt dundursskot. Vikuna eftir hevði HB frí, TB vann á B36, og var nú fimm stig fremri enn HB.
ÍF fær spenning í aftur
Í 10. umfari 4. september kyknar spenningurin av nýggjum. Henda dagin koppar ÍF TB í Fuglafirði. Dave Jones legði heimaliðið framum tíðliga í dystinum, men John Rødgård javnar stutt eftir til 1-1. Fuglfirðingar fáa sigursmálið í seinna hálvleiki. Ábraham Hansen er upphavsmaður, og Sonni Jensen málskjútti.
Sama dag vinnur HB 3-0 á KÍ í Havn.
Á triðsíðsta leikdegi hevur TB fríumfar. HB lønar nú Fram javnleikin í fyrra dystinum teirra millum aftur og vinnur 3-0. Nú er aftur bara eitt stig á muni millum TB og HB.
25. september er næstsíðsta leikumfar. HB hevur torføran útidyst í Fuglafirði, TB heimadyst móti KÍ. Skuldi HB varðveita vónina um at vinna meistaraheitið var umráðandi, at teir vunnu á ÍF. Men einki mál kom í Fuglafirði.
TB gjørdi bart á Sevmýri og smurdi KÍ av heili 5-0. Tróndur Nolsøe skeyt fýra av málunum - og sendi samstundis eina ávaring til HB um, at her var ein brandheitur framherji - eina viku fyri FM-finaluna í Gundadali.
Og tað, sum hendi vikuna eftir, er longu søga.
Tróndur Nolsøe, sum her sæst í gullstóli í Gundadali í 1977, eftir at hann hevði skotið eitt reint hattrikk upp á átta minuttir í 3-0 sigrinum móti HB
Úrmælingurin Tróndur
Tað var ein fragd at skoða Trónd Nolsøe á fótbóltsleikvølli. Hjá honum var tað fagurfrøðiliga í spælinum í hásæti. Alt rørslumynstrið boðaði frá hansara alski til spælið. Bóltførleikin og teknikkurin var heilt einastandandi. Honum dámdi at kína bóltinum við fótunum, áðrenn hann sendi hann frá sær. Í stíli var hann elegantur; hevði smidligan kropsburð og lætt renningarlag, og legði sær altíð nær at fáa fram tað vakra í spælinum.
Samanspæl hansara við tvíburðabróðirin Ásmund var framúrskarandi. Teir tóktust at fata og finna hvør annan næstan í blindum - ofta varð spælt fyri gallarínum við hæl og tóm til stóra fragd fyri áskoðararnar. Góða spælskilið og fína bólteygað var viðføtt. Tróndur hevði eisini máltev og eitt fínt skot - var sum heild rættiliga fjølgávaður álopsspælari.
1978 - missa á stokkinum
Setningurin hjá TB fyri 1978 var greiður. Meistaraheitið skuldi aftur vinnast - nú triðja árið á rað. TB fekk eina flúgvandi byrjan, og vunnu fyrstu fimm dystirnar við málúrtøkuni 15-4. Kósin var longu sett.
Kent Falkenvig úr Århus var nýggjur venjari. Hann hevði nøkur ár frammanundan verið venjari hjá danska kvinnulandsliðnum. Hann loysti av John Rødgård, sum var fluttur til Danmarkar aftur. Annars hevði TB at kalla somu manning sum árini fyri. Nakrir yngri spælarar frá góðu ungdómsliðunum hjá TB sluppu eisini upp í part. Hans Sørensen skeyt tvey av málunum í 4-1 útisigrinum á VB longu í øðrum umfari, og Rólant Sørensen við tí góða langskotinum var annar, sum fekk fótin fastan hjá
TB.
Tað kom aftur til eina kapprenning millum TB og HB um meistaraheitið hetta árið. Einki av hinum liðunum stóðu teimum kurl. Jóhan Nielsen hevði við hepnari hond framt eitt stigvíst ættarliðsskifti á havnarliðnum. Dygdargóðir ungir spælarar gera góðan mun í 1978. Ernst Sondum Dalsgarð, Kári Nielsen, Suni Jacobsen og Óla Jákup Kristoffersen eru allir um tjúgu ára aldur, men longu eftir einum ári eru hesir dreingir vorðnir menn.
Stóra TB-stjørnan, Henrik Thomsen, við 10-talinum á rygginum, kringsettur av HB-leikarum í dysti á Sevmýri í 1976 (Mynd: úr myndasavninum hjá Leivi Nygaard)
Avgjørdur á taktiska borðinum
Tá ið liðini møtast á Sevmýri í seinasta leikumfari er TB eitt stig undan HB. Her var tí lagt upp til rætta FM-finalu, og á Sevmýri var áskoðaramet sett henda dagin.
Trúgvir HB-stuðlar høvdu fingið Palla Askham, Eyðun Dal-Christiansen og Áka Davidsen heim úr Danmark til dystin. So stórtøkin stig vóru púra ókend tá. TB sendi boð eftir Henriki Thomsen, sum eisini var á flatlondum. Palli Askham fleyg úr Karup í Jyllandi. Í Kastrup møtti hann hinum trimum. Eyðun og Áki hildu skemtandi fyri, at hinum báðum nýttust ikki at fara heim, tí Palla fór at verða álagt at mansverja Henrik Thomsen. Teir fýra spælararnir flugu heim í sama flogfari.
Tað eru tey, sum halda, at hesin dysturin varð avgjørdur á taktiska borðinum meira enn inni á vøllinum, og at Jóhan Nielsen vann hetta talvið á Kent Falkenvig.
HB-manningin fór suður leygardagin og búði á gistingarhúsinum í Øravík. Har legði Jóhan Nielsen taktikkin til dystin. Spælast skuldi við varnum útgangsstøði, tó at uppstillingin var 4-3-3, men dentur skuldi leggjast á smidligt umstillingsspæl. Við Suna Jacobsen, Kára Nielsen og Hera Nolsøe í fremstu røð skuldi TB takast á bóli við dygdargóðum snarálopum. Grundin undir hesum álopstaktikki var sjálv verjuskipanin.
Spælast skuldi við beinharðari mansverju. Palli Askham, sum var av kvikastu spælarum, var sterkur og hevði góðan bóltførleika, fekk sum seruppgávu at ansa eftir Henriki Thomsen. Elias Mikkelsen og Eyðun Dal-Christiansen, sum eisini vóru kvikir og kontantir verjuspælarar, tóku sær av hvør sínum tvíburði. Innanfyri reikaði Óla Jákup Kristoffersen sum libero, og sum tann aftasti av miðjumonnunum lá parturin hjá Ernst Dalsgarð í verjuspælinum ikki eftir. Áki Davidsen og Eyðfinn Lamhauge vóru miðdeplar í tí uppbyggjandi partinum.
TB spældi sær sjálvum líkt við álopsfúsari 4-3-3 uppstilling, sama um teir ikki høvdu annað enn javnleik fyri neyðini.
Sum frá leið sást tað mynstrið, sum fór at eyðkenna dystin; TB mest í álopi, men HB yvirhøvur tamarhald á støðuni - og altíð til reiðar at fara í mótálop. Palli Askham tók fullkomiliga broddin úr Henriki Thomsen við ógvuliga sannførandi verjuavriki. Tvíburðarnir hjá TB høvdu eisini trupulleikar við sínum gjøgnumbrotsspæli.
HB-leikararnir blíva fagnaðir av fjepparum felagsins eftir FM-sigurin. Niðri í høgra horni sæst ein ungur Gunnar Mohr, ið seinni sjálvur gjørdist HB-legenda
HB fekk ein gyltan møguleika um miðjan fyrra hálvleik, tá ið TB-verjuleikari var óskettin at nerta bóltin við aðrari hondini í egnum brotsteigi. Brotsspark til HB, og tað setti Óla Jákup Kristoffersen trygt í netið til 1-0.
TB mátti nú herða trýstið, men tí var lagt upp fyri í HB-taktikkinum. Og tíggju minuttir seinni bragdaði á øðrum sinni hjá útiliðnum. Brátt umstillingsspæl endaði við sending til Suna Jacobsen, sum hegnisliga spældi Kára Nielsen frían, Gordon Hofgaard úr málinum fram ímóti honum, men snildisliga varð bólturin lyftur upp um TB-málverjan, bólturin støkk niður í svørðin í málteiginum við vestara málið, og upp undir nettakið dygst innanvert tvørstongina til 2-0.
Spenningur kom rættiliga í aftur dystin í seinna hálvleiki, tá ið Rólant Sørensen, sum júst var komin á vøllin, skoraði fyri TB til 2-1 við einum rúkandi hørðum frísparki.
HB skifti tíðliga í seinna hálvleiki Sverra Jacobsen inn fyri Hera Nolsøe, og fór frá 4-3-3 til eina 4-4-2 uppstilling.
Í ein hálvan tíma trýsti TB av øllum alvi, men tað gjørdist kortini sjáldan heilt hættisligt. Henrik Thomsen vendi sær knappur frá sínum eftiransara í einum bráðum viðbragdi og skeyt eitt frálíkt skot móti máli, men Mikkjal Mikkelsen, sum var framúrskarandi í HB-málinum henda dagin, hekk sum ein puma uppi í tríhyrninginum og jústaði bóltin upp um.
HB stríddi seg til ein tepran, men harðvunnan 2-1 sigur á TB henda dagin á Sevmýri. Tað var næstan sorgardámur á Tvøroyri hetta sunnukvøldið. Málmaðurin Gordon Hofgaard hevur sagt, at hesin dagur var hansara daprasta stund sum ítróttarmaður.
Framúrskarandi málmaðurin á gylta TB-liðnum, Gordon Hofgaard, hevur sagt, at dagurin, tá TB tapti meistaraheitið á heimavølli móti HB í 1978, var hansara daprasta stund sum ítróttarmaður
1979 - sama søga
TB var í 1979 eins og árið fyri aftur eitt stig ov stuttir at vinna meistaraheitið. Henning Seistrup - ið nøkur ár frammanundan hevði verið yrkisleikari í fronskum fótbólti - tók við sum nýggjur leikandi venjari. TB hevði í roynd og veru eitt frálíkt kappingarár, men ÍF flættaðist ikki við í 1979.
Kapprenningin millum ÍF og TB helt sær til seinasta kappingardagin í 1979. Tá tryggjaðu fuglfirðingar sær sítt søguliga meistaraheiti í Fløtugerði við 3-1 sigri á B36.
Saknur í Henriki
Í 1979 skal TB venja seg við, at krúngimsteinurin er horvin. Henrik Thomsen var nú fluttur til Danmarkar í lestrarørindum.
Henrik Thomsen, við sjampanju í brúsurúminum í Gundadali í 1977, gekk á odda á gylta TB liðnum í 70-árunum saman við tvíburðunum Ásmundi og Tróndi Nolsøe
Tann kviki TB-vongurin skaraði framúr millum føroyskar fótbóltsspælarar. Hann var bráðskjótur; var sum einki mentur at renna mótleikarar av við bóltinum, og dugdi eisini væl við listum at snúgva sær inn um verjuna. Tekniski førleikin var eyðsýndur. Mál skeyt hann nógv, men var eisini upphavsmaður til mál, ið aðrir skutu. Tikið varð mangan til hitt góða og dárandi samanspælið millum Henrik og tvíburðarnar Ásmund og Trond Nolsøe í TB-álopinum í seinnu helvt av 70-árunum.
Skjótleikin og hegnigi bóltraksturin hjá Henriki var av slíkum slagi, at hann var eisini mentur at gera seg galdandi í donskum fótbólti. Hann gjørdist skjótt fastur maður í B93 í fremstu donsku deildini, tá ið hann fór til Danmarkar fyrst í 1979.
Gjøgnumbrotið í donskum fótbólti kemur 13. oktober 1979. Á heimavølli á Østerbro Stadion vinnur B93 2-1 á danska meistaraliðnum Vejle. Henrik Thomsen leggur upp til fyrra málið og skjýtur sjálvur sigursmálið.
Henrik Thomsen saman við liðfeløgunum í B93 á Østerbro Stadion í 1979. Henrik sæst húkandi fremst við eyðkenda purluta hárinum og yvirskegginum
Henrik spældi alt kappingarárið 1979 og várið 1980 í felagnum á Eysturbrúgv, fyri tað mesta sum vongur, bæði høgrumegin og vinstrumegin. Í alt spældi hann 31 dystir við B93 í fremstu donsku deildini í tíðarskeiðnum frá apríl 1979 til mai 1980.
1980 - endurreisnin
TB kveistraði alla mótstøðu til viks í 1980.
TB hevði á leið somu úrtøku sum árið fyri, munurin var nú tann, at ÍF var ikki annað enn ein skuggi av sær sjálvum. At fuglfirðingar við mest sum somu manning og sama venjara sum árið fyri ikki vóru mentir at gera seg galdandi, vakti undran.
HB hevði yvirhøvur góð úrslit, men formáddi sær einki móti TB. HB hevði heldur baldruta byrjan við tí gátuføra Abraham Mendez, sum segði seg vera venjara við góðum prógvum, men var í veruleikanum ikki annað enn eitt lyguvætti við ongum fótbóltskunnleika. Í staðin kom tann avhildni skotin David Graham til Havnar at venja HB.
Hjá KÍ sást nú aftur framgongd. Peter Kordt, sum var venjari hjá TB í 1975, var nú komin í tann heita sessin í Klaksvík. Við honum á odda togaði KÍ seg fram á eitt meira heiðurligt triðja pláss í landskappingini.
TB liðið, sum í 1980 kveistraði alla mótstøðu til viks í FM-stríðnum
Eingonga
TB hevði framvegis danan Henning Sejstrup sum leikandi venjara. Nýggjur framherji var tann lágvaksni, men málsøkni íslendingurin Sveinbjørn Danielsson. Hann var rættur fongur hjá TB sum skarprættari hetta árið. Tann ungi Vilmund Michelsen slapp eisini framat í álopinum og gjørdi rættiliga um seg í sum um dystum. Henrik Thomsen var framvegis burturstaddur, og var tí ikki við alt árið.
TB legði fyri sum eitt óløgi og flongdi HB í Gundadali 5-0 longu í fyrsta umfari. Eitt púra óhoyrt stórtap hjá HB á heimavølli. Øll málini komu í fyrra hálvleiki. Vilmund Michelsen skeyt trý av málunum. Í triðja umfari stóðu fuglfirðingar fyri skotum á Sevmýri. Føroyameistararnir vórðu sendir norður aftur við 4-1 ósigri.
TB hevði nú vunnið eina trygga leiðslu og helmaði ikki fyrr enn teir høvdu vissað sær meistaraheitið longu í triðseinasta leikumfari. Tað gjørdu teir við einum knúsandi 7-1 sigri á VB í Vági eitt gerandiskvøld.
Ikki so galið pláss hjá tvørámonnum at staðfesta støðu sína sum nógv besta fótbóltsmanningin í landinum!
1981/1982 - ov stuttir
TB er sætta og sjeynda árið á rað framvegis topplið, men onkursvegna ber tað ikki á mál. Í 1981 og aftur í 1982 gleppur tað hjá TB, tá á stendur. Teir enda nummar tvey bæði árini. HB vinnur.
Kappingin er beinhørð. Í 1981 eru HB, TB og GÍ, sum er nýtt lið í deildini, í harðari kapping um meistaraheitið. Fyri seinasta umfar øll 19 stig hvørt. Men góði málmunurin hjá HB var nú verdur eitt eyka stig. Og tað verður avgerandi, tí HB knógvar við bit og slit B36 í síðsta umfari. TB vann 3-0 á KÍ, men misti FM-heitið av verri málúrtøku enn HB.
6-0 stórtapið fyri HB í landskappingardystinum í Gundadali 24. mai kom nú TB aftur um brekku.
Søgan nærum endurtók seg í 1982. TB endaði aftur nummar tvey - sjeynda árið á rað, at aldursforsetin var best ella næstbest. TB var frammi í oddanum meginpartin av árinum, men dragnaði so eitt vet, so at HB fór fram um teir í spurtinum.
TB gjørdi brádliga aftur ein vørr í 1987 og vann heldur óvæntað føroyameistaraheitið eftir fleiri rak ár. Árið eftir flutti liðið niður
Eftir sjey feit ár
Gamalt var, at eftir sjey feit ár, koma sjey rakár. Í øllum førum hasar tíðarskeiðið við teimum sjey feitu árunum hjá TB nú av. Í 1983 eru teir nummar fimm. Úrslitini eru óstøðug í nøkur ár, og so líðandi missir TB sína støðu sum topplið. Undantakið er 1987. Tá gera teir brádliga aftur ein vørr og vinna meistaraheitið, men árið eftir mugu teir á fyrsta sinni í felagsins stoltu søgu tungu gongdina úr deildini.
Tá eru bara tríggir eftir av gylta ættarliðnum, sum tók við í 1976 - John Rødgaard, Henrik Thomsen og Ásmundur Nolsøe. Teir taldust tá millum teir elstu, og høvdu ikki longur sama týdning sum fyrr. TB hevur ikki fótað sær aftur, eftir at gylta liðið legði árarnar inn, og hevur ikki verið í nánd av einum FM-sigri seinastu tretivu árini. Viðhvørt hendir seg, at fleiri stakgóðir spælarar stinga seg upp í senn í einum og sama felag. Men tað hendir ikki á hvørjum ári. Forbrendari enn so. At eitt felag sum TB kann fostra úrmælingar sum Henrik Thomsen, tvíburðarnar Ásmund og Trónd og Gordon Hofgaard alt í einum háli, er næstan eitt undur.
Og soleiðis eru vit framvegis mong, sum upplivdu og enn minnast hitt frálíka TB-liðið, sum í 1976 setti sjøtil á sína glæsiligu sigursgongu, og fingu nýggjar og skærar litir at geisa á føroyska fótbóltshválvinum.
Dokumentarurin: Eitt fótbóltslið sum TB
Í 2013 sendi Kringvarpið sjónvarpsdokumentarin "Eitt fótbóltslið sum TB", sum snýði seg um gyltu árini hjá TB.
Jógvan Eli Dam og Suni Merkistein løgdu til rættis.













































