Ummæli: "No Rest For The Wicked"

Ummæli: "No Rest For The Wicked"
"Filmurin var fínur nokk og helst tann besti føroyski filmurin nakrantíð" eru Hermann Eliassen og Eiler Fagraklett samdir um, tá teir ummæla filmin í sendingini Kultura
 
16.09.2026 - 15:45

Hermann Eliassen heldur, at "No Rest For The Wicked" er ein av teimum flottastu føroysku filminum, hann hevur sæð.

"Eg hevði tó ynskt, at har var eitt sindur meira av ræðslu og eitt sindur meira av romantikki í filminum. Tað tykist sum um, at filmurin er eitt sindur ørkymlaður um, hvønn veg hann skal fara", sigur Hermann.

Eiler Fagraklett hevur sæð filmin tvær ferðir í Havnar Bio og heldur, at hann varð munandi betri aðru ferð. 

"Hetta er kanska ikki nakað meistaraverk, men hann er fínur nokk. Samanumtikið haldi eg avgjørt, at hetta er ein filmur, sum er verdur at síggja, og hann fer heilt sikkurt at koma í søgubøkurnar sum ein týðandi filmur", sigur Eiler.

 

 

"Bara av forvitni sum føringur, so haldi eg, at øll burdu fari og sæð filmin, tí tað er ikki hvønn dag, at mann kann fara í biograf og síggja ein film á føroyskum máli, sum gongur fyri seg í Føroyum", sigur Hermann.

"Fyri meg er tað besta við filminum, at eg sum samkyndur maður kann uppliva at síggja kærleikan millum tveir menn í eini føroyskari bygd i átjan hundrað talinum í næstan tveir tímar í Havnar Bio. Tað er heilt serligt, mann hevði ikki trúð, at vit nakrantíð fóru at koma hertil", sigur Eiler Fagraklett at enda.

Hermann Eliassen og Eiler Fagraklett vænta báðir, at "No Rest For The Wicked" fer at vinna fleiri virðislønir.

Hoyr ummælið av "No Rest For The Wicked" her:

Ummaeli_No_Rest_For_The_Wicked
 
 

 

Kultura sendingin frá 10. septembur 2026 kann hoyrast her.

 

Hvat: Kultura
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05 í útvarpinum, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232