Bogi Jacobsen farin frá sum stjóri í Varðanum

Bogi Jacobsen farin frá sum stjóri í Varðanum
Sámal Joensen, tekniskur leiðari í felagnum, tekur við sum fyribilsstjóri
Bogi Jacobsen hevur verið stjóri í P.f. Varðanum síðani 2020.
 
17.09.2026 - 15:23

Dagført kl.16:00

Bogi Jacobsen og nevndin í P/f Varðanum eru komin ásamt um, at Bogi Jacobsen fer frá sum stjóri í felagnum.

Tað boðar felagið frá á heimasíðuni.

Bogi Jacobsen hevur verið stjóri í P/f Varðanum síðani 2020. Frammanundan var hann stóri á uppsjóvarvirkinum Varðin Pelagic á Tvøroyri.

Fyribilsstjóri verður Sámal Joensen, sum er tekniskur leiðari hjá felagnum.

Nevndin fer nú at finna nýggjan stjóra.

 

Nevndarformaðurin onga viðmerking

Per Dávidson Jacobsen, nevndarformaður í Varðanum, hevur ongar viðmerkingar til, hví Bogi Jacobsen er farin frá sum samtaksstjóri.

Í summar vórðu tríggir av fimm nevndarlimur í Varðanum skiftir út. Tað var lagt út sum eitt ættarliðsskifti í samtakinum, sum var stovnað í 1985.

Per Dávidson Jacobsen, sum bleiv nevndarformaður í summar, vísir aftur, at stjóraskiftið í Varðanum hevur nakað samband við, at nýggj nevnd nú situr við valdið.

Bogi Jacobsen, nú fyrrverandi stjóri í Varðanum, er eisini ein av partaeigarunum í samtakinum. Hann eigur umleið 8-9 prosent av partabrøvunum í Varðanum.

 

Millum størstu fyritøkur í landinum

Varðin er millum størstu fyritøkur í landinum. Eginpeningurin í felagnum er góðar 2,1 milliard krónur.

Í samtakinum eru uppsjóvarskipini Finnur Fríði, Gøtunes, Tróndur í Gøtu og Tummas T, og felagið eigur eisini tríggjar fjórðingar av uppsjóvarvirkinum Varðin Pelagic á Tvøroyri. 

Varðin-samtakið hevur eisini fleiri skip í botnfiskaflotanum, umframt virksemi í fleiri øðrum vinnugreinum á landi.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339