Lønin ov lítil - sersálarfrøðingurin er farin úr starvi

Lønin ov lítil - sersálarfrøðingurin er farin úr starvi
Sjúkrahúsverkið sigur, at sambært galdandi sáttmála er ikki møguligt at løna sersálarfrøðingum fyri sínar førleikar og funktión
Landsstýriskvinnan heldur tað vera sera umráðandi, at lønarviðurskiftini koma í rættlag, so til ber at útbúgva og seta sersálarfrøðingar í starv.
 
22.09.2026 - 08:40

Lønin ger, at Landssjúkrahúsið ikki fær havt sersálarfrøðing.

Sersálarfrøðingurin, sum var, er farin úr starvi.

Sjúkrahúsverkið sigur, at sambært galdandi sáttmála er ikki møguligt at løna sersálarfrøðingum fyri sínar førleikar og funktión. 

- Vit kunnu ikki vænta, at sersálarfrøðingar vilja arbeiða í Sjúkrahúsverkinum, vera teir ikki verða løntir fyri sína serútbúgving.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen,landsstýriskvinna.

Hon hevur svarað Bjørt Lind, løgtingskvinnu, sum spurdi um sersálarfrøðingar til børn og ung og til vaksin.

 


Eyðdis Hartmann Niclasen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Kunnu útbúgvast í Føroyum

Landsstýriskvinnan sigur, at til ber at útbúgva sersálarfrøðingar í Føroyum.

Men til tess krevst, at sersálafrøðingur er í starvi í Sjúkrahúsverkinum.

Og har er eingin.

Psykiatriski depilin sigur seg vilja útbúgva sersálarfrøðingar. 

Landsstýriskvinnan heldur tað vera sera umráðandi, at lønarviðurskiftini koma í rættlag, so til ber at útbúgva og seta sersálarfrøðingar í starv.

Hetta er eitt mál hjá Fíggjarmálaráðnum og avvarðandi fakfelag, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen,  landsstýriskvinna.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891