Nógvar milliardir í eftirløn

Nógvar milliardir í eftirløn
Privata eftirlønaruppsparingin hjá føroyingum í føroyskum pensjónsfeløgum og bankum var 12,4 mia. kr. við árslok 2025 
Føroyingar eiga milliardir í eftirløn.
 
25.09.2026 - 06:29

Privata eftirlønaruppsparingin hjá føroyingum í føroyskum pensjónsfeløgum og bankum var 12,4 mia. kr. við árslok 2025. 

Menninir áttu 7,3 milliardir og kvinnurnar 5,1 miliard.

Harumframt høvdu føroyingar eftirlønaruppsparing í donskum pensjónsfeløgum fyri 3,2 mia. kr. við árslok 2024. 

Um samansparingin í Danmark var eins stór í 2025 sum hon var í 2024, er eftirlønaruppsparingin 15,6 mia. kr., 53 prosent av BTÚ í 2025.

Tað sigur Váðaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334