Elias hevur skrivað undir í Aalborg

Elias hevur skrivað undir í Aalborg
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur skrivað undir langtíðarsáttmala við Aalborg og skiftir næsta summar, skrivar Portalurin
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur skrivað undir Aalborg í donsku kappingini. Hann skiftir úr Kiel næsta summar
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
26.09.2026 - 12:27

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur skrivað undir langtíðarsáttmála við Aalborg og skiftir úr THW Kiel næsta summar, skrivar portal.fo.

Leysasøgurnar hava gingið í eina tíð, men keldur hjá miðlinum vátta, at nú hevur føroyski bakspælarin skrivað undir, og at danski hondbóltsrisin fer at kunngera skiftið skjótt.

Sáttmálin hjá hoyvíkinginum við týska stórfelagið gongur út næsta summar.

Stóra málið hjá Aalborg Håndbold er at vinna Champions League, har felagið hevur rokkið í Final Four tvær ferðir seinastu trý árini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542