Borðreiddi við mati og meiningum

Borðreiddi við mati og meiningum
Tá Gutti Winther varð boðin til Washington at kappast móti øðrum norðurlendskum kokkum, sá hann møguleikan at siga sína hugsan um politikkin, USA førir her um leiðir
 
28.09.2026 - 14:00

Forrætturin æt 'Loys slipsið', høvuðsrætturin ' Aftur við eysturstrondina' og dessertin 'Gylti kupulin', og allir rættirnir høvdu eina søgu um mátan, amerikanarar í løtuni hóreiggja sær um okkara leiðir - einamest í Grønlandi.

- Bara tankin um, at grønlendskar familjur flyta úr Grønlandi, ti tey ikki tora at búgva har longur, orsakað av amerikanska forsetanum, gjørdi, at eg mátti siga sína hugsan, tá eg fekk møguleikan, sigur Gutti Winther, sum júst er komin heim aftur, eftir at hava kappast við kokkar úr Noregi, Íslandi, Danmark, Grønlandi og Finnlandi. Hann gjørdi ikki mætari enn at vinna kappingina.

Tað var norska sendistovan í Washington, sum var karmur um kappingina, og kokkarnir fingu ein dag at gera eina leskiliga matskrá, sum skuldi vísa á tað, londini høvdu at bjóða. Dómarar vóru kendir amerikanarar sum hava við mat at gera, og meðan matgjørt varð, gingu innboðin og hugdu at.

Hoyr Gutta greiða frá, millum annað hvussu norska sendikvinnan brúkar mat sum eitt diplomatiskt amboð

a_2254-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329