- Tíðindi, mentan og ítróttur
EM-fyrireiking: Royndu nýggjar spælarar á venjingarlegu
Fleiri spildur- ella hálvnýggir spælarar vóru við, tá føroysku hondbóltskvinnurnar av álvara fóru undir fyrireikingarnar til EM-endaspælið í desember. Í síðstu viku vóru venjingar vóru í Havn, í Vági og á Eiði, og stórur dentur varð lagdur á samansjóðing.
Millum nýggjari spælararnar kunnu nevnast Gylta Djurhuus á Neystabø, sum longu hevur nakrar dystir á baki, og Silja Geirsdóttir Eystberg, Ró Reginsdóttir og Rakul Borgarlíð Joensen á baksplássunum.
Sára Berg á Lag og Christina Turiðardóttir Arge eru heilt nýggjar á vongplássunum, og á strikuni er Agatha Kjærbæk Djurhuus eisini mestsum spildurnýggj.
- Vit hava eina kjarnu, sum ikki er við í eina tíð, og tí hava vit tørv á nøkrum nýggjum spælarum. Hendan samlingin hevur í stóran mun snú seg um, hvussu hópurin skal síggja út, tá vit spæla ímóti Eysturríki um ein mánaða, sigur Claus Mogensen venjari.
Venjarin er væl nøgdur við komandi venjingardystirnar - Eysturríki er á nøkulunda sama stigi sum Føroyar - og í november fáa kvinnurnar seg veruliga royndar, tá Danmark og Norra bjóða av í Golden League.



























