- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rættarnevndin viðger uppskot um at broyta fosturtøkulógina
Rættarnevndin viðger uppskot um at broyta fosturtøkulógina
Miðflokkurin vil millum annað krevja, at kvinnan fær ráðgeving og umhugsanartíð, áðrenn hon tekur endaliga avgerð um fosturtøku

Fróði Magnussen er formaður í rættarnevndini, sum er farin at viðgera uppskotið hjá Miðflokkinum um at broyta fosturtøkulógina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
29.09.2026 - 08:45
Rættarnevndin viðger fyrrapartin uppskotið hjá Miðflokkinum um at broyta nýggju lógina um fosturtøku.
Fyrsta viðgerð var í tinginum hósdagin.
Orðaskiftið var langt, tað var yvir fýra tímar.
Miðflokkurin vil millum annað krevja, at kvinnan fær ráðgeving og umhugsanartíð, áðrenn hon tekur endaliga avgerð um fosturtøku.
Eisini verður skotið upp, at kvinnur, sum søkja um at fáa fosturtøku, anonymt skulu upplýsa, hvør orsøkin er til, at tær søkja um fosturtøku.
Í rættarnevndini sita Fróði Magnussen, Ben Arabo, Bill Justinussen, Hermann Samuelsen, Magni Højgaard, Hervør Pálsdóttir og Steffan Klein Poulsen.
Fróði Magussen er formaður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























