Barði fer aftur til fiskiskap um ársskiftið

Barði fer aftur til fiskiskap um ársskiftið
Íslendska skipið verður umvælt hjá Mest í Havn
Barði hevur verið til umvælingar í Havn, síðani eldur kom í skipið í summar.
 
30.09.2026 - 08:06

Íslendska uppsjóvarskipið Barði, sum eldur kom í norðan fyri Føroyar 12. juni, verður klárt at fara til fiskiskap aftur um ársskiftið, sigur reiðaríið, Sildarvinnslan.

Skipið var sleipað til Havnar, har tað verður umvælt.

Umvælingin gongur væl, sigur reiðaríið.

Manningin á Barða hevur fiskað svartkjaftin hjá skipinum við einum øðrum skipi, sum annars var lagt, tí tað skuldi seljast. 

Tað skipið eitur Bjarni Ólafsson.

Eitt annað íslendskt skip, Jóhanna Gísladóttir, er eisini til umvælingar í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851