Sanniliga ein sjáldsom sjón á Sandsvatni

Sanniliga ein sjáldsom sjón á Sandsvatni
Ein bilur endaði í Sandsvatni í gjárkvøldið, tá ein maður, ein útlendingur, koyrdi av byggiplássinum hjá SEV í grótbrotinum norðanfyri Sandsvatn og út í vatnið
Róin Clementsen
01.10.2026 - 09:43

"Reyðar baklyktir á vegnum," syngur Terji Rasmussen á sanginum "Ljóðmynd" á aldarinnar fløgu hjá Terja og Føstufressum.

Men í gjárkvøldið vóru tað reyðar baklyktir á Sandsvatni, tá ein bilur brádliga fleyt í Sandsvatni. 

Ein maður, sum koyrdi av byggiplássinum hjá SEV í grótbrotinum norðanfyri Sandsvatn, koyrdi út í vatnið í staðin fyri eftir vegnum.

Maðurin var einsamallur í bilinum, men hann slapp út, áðrenn bilurin fór heilt út í vatnið.

Sjáldsom sjón

Heimasandsmaðurin, Róin Clementsen, ið eigur upptøkuna av flótandi bilinum á Sandsvatni, segði tað øgiliga beinrakið, tá hann legði videobrotið út í gjárkvøldið:

"Sjaldsom sjón!"

Bilurin er fingin uppaftur, sigur politiið.


 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101