Tóra nummar eitt

Tóra nummar eitt
Tóra við Keldu fekk flestar atkvøður í valinum til umboðsráðið hjá Ognarfelagi Tryggingartakaranna 
Tóra við Keldu var fyrstvald.
 
02.10.2026 - 06:16

Tóra við Keldu fekk flestar atkvøður í valinum til umboðsráðið hjá Ognarfelagi tryggingartakaranna. 

Hon fekk 739 atkvøður.

Hon er nývald í ráðið.

6.123 tryggingartakarar valdu.

17 fólk vóru vald, fimm kvinnur og 12 menn.

Andrias Nielsen, Jutta Helgadóttir, Klæmint Klakk, Sólfríð Jacobsen, Johann Behrens og Hildur Eyðunsdóttir eru eisini nývald.

21 fólk stllaðu upp.

Tíggju teirra vóru longu í ráðnum. Og tey blivu afturvald.

35 fólk eru í umboðsráðnum.

Umboðsráðið skipar aðalfundir felagsins, velur nevndina í Ognarfelagnum, góðkennir ársroknskapin hjá felagnum og ger viðtøkubroytingar. 

Jens Johan Dam er formaður í umboðsráðnum og Poula Michelsen næstforkvinna. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334