Føroysk vinna heldur nógvar møguleikar vera í Grønlandi

Føroysk vinna heldur nógvar møguleikar vera í Grønlandi
Nógv virksemi er í Grønlandi, og risastórar íløgur skulu gerast á fleiri økjum næstu árini
Jón Sigurdsson er formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
 
02.10.2026 - 13:37

Tey umleið 120 føroysku vinnulívsfólkini, sum hava verið við á stórum vinnuátaki í Grønlandi seinastu dagarnar, koma heim í dag. 

Ein teirra er Jón Sigurðsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum í gjárkvøldið skrivað undir samstarvsavtalu við Grønlands Erhverv. 

Tað er nógv virksemi í Grønlandi, og risastórar íløgur skulu gerast á fleiri økjum. Talan er millum annað um útbyggingar á orkuøkinum, teleøkinum og infrakervinum sum heild, sigur Jón Sigurdsson, sum var í Breddanum fyrrapartin:

 

02102026_Jon

 


Jón Brian Hvidtfeldt tosaði við Jón Sigurdsson og Kristian Stórhamar í Nuuk í Breddanum fyrrapartin. 


Kristian Stórhamar, sum hevur drúgvar royndir við tunnilsverkætlanum, hevur eisini nógvar royndir í Grønlandi.

Hann heldur tað vera sjálvsagt hjá føroyskum fyritøkum at bjóða seg fram í Grønlandi:

 

02102026_Kriistian


Allur Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851