- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sement 2026, annað umfar: Poppur, grunge og stikandi hipp hopp-fusion

Fyrsta umfar av Sement síðsta leygarkvøld var eitt átta tons fýrverkarí av einari tónleikaveitslu.
Tá roykurin hevði lagt seg, stóðu Eimyrja og Nettup eftir við einum atgongumerki til finaluni.
Men áðrenn tað hendi, so vóru bæði áhoyrararnir í Reinsarínum í Havn og sjónvarpshyggjarar kring landið eisini blivnir forkelaðir við frálíkum framførslum frá Rasmus Vigant, Dóttir, Grótbrotinum og Claus í Grund.
Annað umfar av Sement 2026 verður leygarkvøldið, og tað verður eins áhugavert og fjøltáttað sum fyrsta, lova fyriskipararnir.
Vit gleða okkum!!!
LES EISINI: Sement 2026: Nettup og Eimyrja komu í finaluna úr fyrsta umfari
GAIA
Hvat hendir, tá níggju kvinnur við hvør sínari søgu savnast á sama palli?
Vel, tað fæst sæt sjón fyri søgn um leygarkvøldið, tá Gaia fer á pallin.
Anna Marita á Rógvi gongur á odda og skrivar sangir við støði í persónligum søgum, kenslum og upplivingum. Við sær á pallin hevur hon so átta vinkonur, ið hon kennir frá ymsum pørtum av lívinum.
Saman geva tær sangunum lív við sangi, kóri og akustiskum ljóðførum.
Herfyri var Anna Marita á Rógvi Beinleiðis í Studio 5 í útvarpinum og framførdi. Tá hevði hon einans Turið Andreasen á violin við sær. Leygarkvøldið hevur hon eisini hinar sjey við sær.
Cork
Cork er ein tríbólkur, sum spælir punk við íblástri úr alternativum rokki og grunge.
Hjá Cork snýr tað seg fyrst og fremst um at gera tónleik, sum teir sjálvir tíma at lurta eftir.
Tað má gjarna vera skitið, hart og eitt sindur ópolerað. Teir spæla við ljóðið, royna nýggj ting og vita, hvar tað førir teir.
Tað týdningarmesta er, at tað er stuttligt at gera, og at tað følist rætt.
SÍ EISINI: Í myndum: Dyrnar gloppaðar inn í framtíðina hjá føroyska tónleikapallinum
Magnus King
Ókrúnaði kongurin av Sement eitur Magnus King.
Og hann hevur helst met í Sement-luttøkum.
Kompromisleysur og beint fram.
Akkurát sum vit kenna hann.
Bodil
Bodil á Boðanesi hevur altíð elskað tónleik.
Higartil hevur hon mest sungið í meinigheitini hjá sær, og á framleiðslum hjá Niclasi í Rituvík.
Men leygarkvøldið traðkar Bodil fyrstu ferð ordiliga fram fyri øllum føroyingum við sínum egnu sangum, tá hon luttekur í Sement.
Og nú hugsar tú: "Hvussu ljóðar tónleikurin hjá Bodil?"
Tað er tað bara ein máti at finna útav. Og tað er við at møta upp til annað umfar av Sement, har tú sleppur at uppliva heimagjørdan indiepopin hjá Bodil á Reinsarínum.
Gev gætur, at tú kanst eisini tendrað sjónvarpið leygarkvøldið klokkan 20, fyri at hoyra og síggja Bodil á Boðanesi.
Broken Signal
Sement og tungmálmur hanga saman, tí tað er altíð ein tungmálmsbólkur við í Sement.
Í ár eru fleiri, og ein av hesum er Broken Signal.
Fyriskipararnir av Sement mæla til, at um tú langt hár, so er tað nú, at tú skalt fara at keypa balsam og conditioner, tí hetta er tín kjansur at vísa títt langa hár fram og headbanga sum eitt svakt.
Broken Signal spælir siðbundnan tungmálmstónleik.
LES EISINI: Sement 2026: 21 spennandi tónleikanøvn fara at kappast um sigurin
Gudny
Dámar tær singer/songwriter-tónleik, so dámar tær eisini Gudny Djurhuus Rasmussen, sum er kvinnan handan Gudny.
Gudny hevur skrivað sangir síðani hon var tannáringur.
Hjá Gudny fylla søgurnar nógv í tónleikinum, og søgur eru allastaðni allatíð. Og tær roynir hon at fanga við akkordum og orðum.
Ein stuttlig síðusøga er, at Gudny er mamma bæði Ásu og Ronju, ið hava fingið sítt gjøgnum í Sement í fjør og fyrraárið.
Alto
Bensinið hjá Alto er at skriva og spæla góðan tónleik. Tað er tað, sum heldur motorin koyrandi.
Allir limirnir peika í ymiskar ættir, tá tað kemur til tónleik og íblástur. Og smekkar tú alt hetta í ein blendara, so verður endaliga úrslitið eitt heilt egið produkt.
Tað hevur eisini nógv at siga fyri teir, at tað er eitt ball, tá teir fara á pallin. Orka, gott lag og sambandið við áhoyrararnar eru ein týdningarmikil partur av framførsluni.
Teir hava eisini sín egna frymil, sum ljóðar soleiðis: Feitur tónleikur + Gott lag = Alto.
Lurtarar hjá útvarpinum fingu í februar eina smakkroyn uppá, hvat vit kunnu vænta okkum í annaðkvøld, tá Alto var Beinleiðis í Studio 5.
"Vit yrkja og syngja um øl og damur," søgdu teir tá.
Limirnir í Alto eru:
Jónas Vesturklett - sang
Helge Marius Greve - klaver og gittar
Treysti Holm - el gittar
Heini Hofgaard - bass
Alfred Moyell - trummur
Lazarus
Lazarus er ein spildurnýggjur bólkur við ungum monnum, sum blanda hipp hopp, funk, folk og rokk saman í eitt ljóð, sum er alt annað enn turt og pent.
Teir siga tað best sjálvir: Tónleikurin er "fuktigur", "feitur" og "stinkandi".
Navnið er ein kvøða til bíbilsku søguna um Lazarus - mannin, sum fekk lívið aftur.
Og tað er júst ætlanin hjá teimum: at geva føroyska pallinum nýtt lív, tá teir yvirtaka pallin til Sement 2026.
Vit vita ikki heilt, hvat "stinkandi hipp hopp-fusion" er fyri nakað, men vit gleða okkum til at finna út av tí.
Sement á KVF.fo
Kringvarp Føroya sendir øll Sement-umførini, umframt finaluna, beinleiðis í sjónvarpinum.
Fyrsta umfar kann síggjast HER ella við at trýsta á play herundir.
Hvat: Sement 2026
Hvar: Í Reinsarínum, sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Øll leygarkvøld í oktober kl. 20
Dómarar: Elinborg Pálsdóttir, Niels Arge Galán, Anna Iachino, Danny Baldursson, Ísak Sambleben og Páll Oddur Rubeksen.
Vertur: Lillian Dalsgaard
Sjónvarpsvertir: Rebekka Manuela Behrens & Finnur Koba
Reportari: Bjartur Sigmundarson
Treytir fyri luttøku:
- Bólkurin ella einstaklingurin skal vera føroyskur ella hava fast tilknýti til Føroyar.
- Framførslan má í mesta lagi vara 12 minuttir.
- Øll løg skulu vera egin løg og ikki útgivin frammanundan.
- Ein tónleikari kann luttaka í upp til trimum bólkum. Tó kunnu í mesta lagi tveir tónleikarar ganga aftur í somu bólkum.
- Hevur ein bólkur vunnið Sement, skulu fimm ár ganga, áðrenn sami bólkur kann luttaka aftur.
Sement-vinnarar:
2025: Hans Andrias
2024: Gówa
2023: Aggrasoppar
2022: Marius DC
2021: Joe & The Shitboys
2020: Tamara
2019: Reality Bites
2018: Fróði Bjarnason
2017: Jasmin
2016: Blusette
2015: Konni Kass
2014: Lyon and The Color Storm
2013: The Absent Silver King
2012: Sleepless Ghosts
2011: Guðrun & Bartal
2010: Hamferð
































