KT-trygdarserfrøðingur: Noyðast at venja okkum við telduálop

KT-trygdarserfrøðingur: Noyðast at venja okkum við telduálop
Tað er tað týdningarmikið, at fyritøkur eru væl fyrireikaðar og vita, hvussu tær skulu bera seg at, tá eitt telduálop rakar, sigur Bárður Christiansen
Bárður Christiansen er KT-trygdarserfrøðingur.
 
05.10.2026 - 12:56

- Vit verða noydd at venja okkum við slík telduálop frameftir.

Tað sigur Bárður Christiansen, KT-trygdarserfrøðingur.

Tí er tað týdningarmikið, at fyritøkur eru væl fyrireikaðar og vita, hvussu tær skulu bera seg at, tá eitt telduálop rakar.

Sí eisini: Teldusníkar lupu á Bakkafrost í átta tímar

Bakkafrost er ein av størstu fyritøkunum í Føroyum, við framkomnari verjuskipan ímóti telduálopum. Men sum heild er tað ivasamt, hvussu føroyskar fyritøkurnar eru fyrireikaðar, um eitt álvarsligt KT-álop rakar. 

Samstundis sum vit í dag hoyra um álopið á Bakkafrost, hava teldusníkar fingið atgongd til og stolið CPR-nummar hjá 8,8 milliónum skrásettum persónum í Danmark.

Fyri fáum døgum síðani varð Danmarks Tekniske Universitet eisini rakt av einum teldusníkaálopi.

Og hetta er nakað, sum vit mugu venja okkum við framyvir, sigur Bárður Christiansen, KT-trygdarserfrøðingur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

06102026_KT-trygd


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595