Eingin játtan til serlæknapulju - Læknafelagið rópar varskó

Eingin játtan til serlæknapulju - Læknafelagið rópar varskó
Serlæknapuljan hevur síðani 2017 verið við til at fíggja 19,5 serlæknastørv, men næsta ár verður eingin játtan
Ragnar Djurhuus Hammer er formaður í Læknafelagnum.
 
05.10.2026 - 15:41

Lækafelagið rópar varskó, nú ætlanin er at strika serlæknapuljuna á fíggjarlógini næsta ár.

Felagið sigur, at serlæknapuljan hevur síðani 2017 verið við til at fíggja 19,5 serlæknastørv, men næsta ár verður eingin peningur játtaður.

Ein arbeiðsbólkur hjá Heilsumálaráðnum í 2024 mælti til, at serlæknapuljan skuldi halda fram, og at játtanin kundi hækkast, tí skipanin hevði virkað væl.

 

Tørvur á serlæknum 

Tað hevur leingi verið ein avbjóðing at fáa nóg mikið av serlæknum til Føroya. Samstundis veksur talið av eldri borgarum, og tørvurin á kanningum og viðgerð veksur. Tí veksur tørvurin á serlæknum, sigur Læknafelagið.

Í frágreiðingini “Tørvurin á serlæknum í føroyska heilsuverkinum”, sum Heilsumálaráðið gav út í 2024, var mælt til at økja talið av normeraðum serlæknastørvum í Sjúkrahúsverkinum úr 68 upp í 121.

Játtanin í fjør var slakar fýra milliónir, men næsta ár verður hon flutt til vanliga raksturin at fíggja longu sett størv. Men eingin nýggj játtan kemur í puljuna til fleiri serlæknastørv í 2027, sigur Læknafelagið.

Les meira her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715