- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skal umvælast fyrst

Farmaskipið Hav Frakt sleppur ikki aftur í sigling, fyrr enn skaðin, skipið fekk í samanstoyti við Ålesund sunnunáttina, er umvældur.
Tað krevja myndugleikarnir í Noregi, skrivar miðilin The Maritime Executive.
Sama krav hevur Bergsfjord fingið. Tað skipið fór at leka.
Triðja skipið, tangaskipið Xanthia, slapp at halda leiðina fram til Finnlands.
Trý skip, eitt tangaskip og tvey farmaskip, rendu saman í Valderhaugfjørðinum við Ålesund í Noregi sunnunáttina.
Eitt teirra er Hav Frakt úr Føroyum.
Eingin fólkaskaði hendi, og ikki var neyðugt at fara av skipunum. 30 fólk vóru við teimum trimum skipunum.
Illgruni
Orsøkin til samanstoytin er ikki kend. Politiið kannar enn málið.
Eingin er skuldsettur í málinum, skrivar NRK.
Men trý fólk eru, sambært poltinum, undir illgruna
Tvey skip sigldu norðureftir og eitt suðureftir.
Promilluroyndir eru tiknar. Tær vístu, at eingin var ávirkaður.




























