20.000 kr. í sekt fyri at hava fýrverk í kjallaranum

20.000 kr. í sekt fyri at hava fýrverk í kjallaranum
Ákærdi maðurin er frídømdur fyri at bróta revsilógina, men bara dømdur fyri at bróta kunngerðina um fýrverk
Ákærdi maðurin játtaði seg sekan í at hava brotið kunngerðina, men noktaði at hava brotið revsilógina.
 
06.10.2026 - 08:35

20.000 krónur í sekt fekk maðurin, sum hevði átta tons og 233 kilo av fýrverki í kjallaranum hjá sær.

Og hald verður lagt á fýrverkið, sum politiið hevur í varðveitslu.

Tað verður burturbeint.

Maðurin var frídømdur fyri at bróta revsilógina.

Hann var ákærdur eftir grein 252 í revsilógini. 

Hon sigur at "tann, sum við vinningi í huga, í grovum ovfarakæti ella á tílíkan fyrilitarleysan hátt elvir til nærliggjandi vanda fyri lívi ella likamsførleikum hjá øðrum persóni, verður revsaður við fongsli í upp til átta ár."

 

Frídømdur fyri at bróta revsilógina

Men Føroya rættur helt ikki, at maðurin hevði brotið revsilógina.

Hann er tí bara dømdur fyri at bróta kunngerðina um fýrverk.

Maðurin játtaði seg sekan í at hava brotið kunngerðina, men noktaði at hava brotið revsilógina.

Ákæruvaldið kravdi fongsulsrevsing fyri revsilógarbrotið, sum maðurin var ákærdur fyri.

Fýrverkið er mett at vera vert góðar 200.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961