- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot um at strika havnargjøld eigur at verða tikið aftur
Uppskot um at strika havnargjøld eigur at verða tikið aftur
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at uppskotið hevur við sær, at inntøkurnar hjá Tórshavnar havn minka sjey prosent

Elsa Berg er borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
06.10.2026 - 12:10
Landsstýrið ætlar at strika havnargjald, brúgvagjald og vørugjald fyri skip og bátar hjá Strandferðsluni.
Tað stendur í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2027.
Kommunurnar skulu í staðin bera útreiðslurnar, sigur landsstýrið.
Landsstýrið ætlar, at strandfaraskip skulu sleppa undan havnargjaldi.
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu sigur, at hetta er eitt illa umugsað og styttskygt uppskot, tí tað hevur við sær, at inntøkurnar hjá Tórshavnar havn minka sjey prosent.
Hon heldur, at uppskotið eigur at verða tikið aftur.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
06102026_Havnargjold
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























