- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eiga at varðveita mentanina at fletta og fáa avroð til høldar
Eiga at varðveita mentanina at fletta og fáa avroð til høldar
Hetta hevur týdning, um brádligar kreppur koma, sigur Elisabeth Skarðhamar Olsen, sum hevur granskað í matvørusjálvbjargni

Tað hevur stóran týdning at varðveita mentanina at fletta, sigur granskari. (Savnsmynd)
06.10.2026 - 13:59
- Tað hevur týdning, at vit varðveita føroyska mentan, so vit duga at fletta og fáa avroð til høldar, um brádligar kreppur koma.
Tað sigur Elisabeth Skarðhamar Olsen, adjunktur á Setrinum, sum hevur granskað í matvørusjálvbjargni og matveitingartrygd.
Í útvarpstíðindunum í gjár segði Jens Ivan í Gerðinum, landbúnarðarráðgevi, at eini 80 prosent av avroðum av seyði verða burturbeind.
Elisabeth Skarðhamar Olsen sigur, at hetta er ikki burðardygd, og tað er gott, at ljós verður varpað á hetta, og at átøk eru sett í verk, sum eggja til, at alt kemur til høldar.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
06102026_Avrod
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























