Aftur sparingar á Setrinum: Rektarin vil hava langtíðar avtalur

Aftur sparingar á Setrinum: Rektarin vil hava langtíðar avtalur
Fróðskaparsetrið hevur fingið álagt sparingar tey síðstu fýra árini og næsta ár verður einki øðrvísi. Rektarin á Setrinum vil hava langtíðar avtalur við politisku skipanina
Martin Tvede Zachariasen er rektari á Fróðskaparsetrinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savn)  
 
06.10.2026 - 18:21

Martin Tvede Zahariasen, rektari, vil hava langtíðar avtalur við politisku skipanina, sum siga, hvat fíggjarkarmurin hjá Setrinum er.

Ikki bara eitt ár fram, men næstu fýra ár. Tað er vónleyst at leggja ætlanir til rættis og hugsa um framtíðina, sigur hann.

- Eg veit ikki, hvussu nógvar pengar eg fái næsta ár, tað er støðan beint nú.

Fróðskaparsetur aðrastaðni í Evropa kunnu fyrihalda seg til ein fíggjarkarm, sum røkkur fleiri ár fram í tíðina.

Sambært Martini Tvede Zachariasen er føroysk siðvenja fyri at gera langtíðar avtalur í politisku skipanini yvirhøvur.

- Og tá mann skal reka eitt fróðskaparsetur, er tað ein týðandi fortreyt.

Hoyr samrøðu við Martin Tvede Zahariasen í útvarpstíðindunum

1836488

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040