Løgmaður á útnorðurfundi í Íslandi um trygd og Arktis

Løgmaður á útnorðurfundi í Íslandi um trygd og Arktis
Íslendski forsætisráðharrin hevur boðið Beini Johannesen og Jens-Frederik Nielsen á fundin
Beinir Johannesen, løgmaður, er á útnorðurfundi í Reykjavík.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.10.2026 - 13:08

Stjórnarleiðararnir í útnorðri, Íslandi, Grønlandi og Føroyum, hittast í dag.

Kristrún Frostadóttir, forsætisráðharri hevur boðið teimum. 

Jens-Frederik Nielsen, formaður í grønlendska landsstýrinum, og Beinir Johannesen, løgmaður, fara at hava fund við forsætisráðharran.

Hetta er fyrstu ferð, at stjórnarleiðararnir í útnorði hittast persónliga í einum av londunum at tosa um mál av felags áhuga. Harumframt er hetta fyrsta vitjanin hjá bæði Jens- Frederik Nielsen og  Beini Johannesen í Íslandi sum stjórnarleiðarar. 

 


Kristrún Frostadóttir. (Mynd: Leonhard Foeger/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Norðuratlantshav og Arktis

- Tað er ein stór gleði at kunna taka ímóti umboðum fyri okkara nærmastu grannalond og kjakast við tey um okkara felags áhugamál og serstøku støðu her í Norðuratlantshavi og í Arktis, sigur Kristrún Frostadóttir, forsætisráðharri, sambært heimasíðuni hjá íslendska forsætisráðnum.

Stjórnarleiðararnir skulu kunna seg um støðuna á trygdarøkinum á flogvøllinum í Keflavík og eisini hava fund við altjóða íleggjarar, sum hava útnorður sum fokusøki.

 


Jens-Frederik Nielsen. 

 

- Útnorðurøkið, sum okkara lond hoyra til, hevur verið miðdepil í orðaskiftum í altjóða viðurskiftum seinastu mánaðirnar. Vit, sum búgva her, varnast eisini avbjóðingarnar í trygdarskipanini í Norðuratlantshavi og taka okkara ábyrgd í álvara. Tað er umráðandi, at vit tosa um støðuna á hesum øki - og ikki minni, at vit umrøða okkara týdningarmiklu møguleikar, sigur Kristrún Frostadóttir, forsætisráðharri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423