Stílbrot at hóma á fyrstu singluni frá Brimheim í yvir tvey ár

Stílbrot at hóma á fyrstu singluni frá Brimheim í yvir tvey ár
"My Collection" eitur spildurnýggja singlan frá Brimheim, sum bæði ber vitnisburð um, at ein nýggj pláta er á trappuni, men eisini um eitt tónlistarligt stílbrot
Brimheim, Helena Heinesen Rebensdorff, hevur skrúvað upp fyri tónlistarliga sjuntinum á nýggjari singlu
Mynd: Jasko Bobar  
 
08.10.2026 - 11:38

Yvir tvey ár eru gingin síðani Brimheim útgav nógv róstu plátuna "Ratking". Síðani hevur Brimheim gingið sína sigursgongd á danska tónleikapallinum, umframt at hon eisini hevur verið tráðspæld í donskum útvarpi.

Brimheim eisini fingið sína egnu tónleikasending á P6 hjá DR, "Gæstelisten", har hon tosar við aðrar tónleikarar um, hvat teir lurta eftir. Umframt at hon eisini hevur roynt seg sum sjónleikari í "No Rest For The Wicked", sum hon fekk nógv rós fyri. 

 

Stílbrot

Nú er so ein spildurnýggja singlan komin frá Brimheim, "My Collection", sum er útkomin í dag. Singlan ber vitnisburð um, at Brimheim hevur skrúvað upp fyri tónlistarliga sjuntinum.

"My Collection" er eitt stílbrot í mun til tað, ið Brimheim áður hevur givið út. Talan er um ein sera vakran, organiskan og jazzutan poppsang, ið peikar aftur til 70-ára popp við eitt nú The Carpenters. 

Hetta er eisini tilvitað. Í tíðindaskrivinum stendur, at "My Collection", ið er framleiddur av fasta samstarvsfelagnum hjá Brimheim, Søren Buhl Lassen úr bókinum Blaue Blume, hevur fingið íblástur við at lurta eftir tónleikinum hjá eitt nú Nick Drake, Vashti Bunyan, Karen Dalton og Scott Walker. 

 

Tungt hoyggj

Helena Heinesen Rebensdorff, sum Brimheim í veruleikanum eitur, sigur í tíðinaskrivinum, at tað var tungt hoyggj at draga at skula skriva nýggjan tónleik eftir "Ratking". 

"Eg kom ongan veg, fyrr enn 'My Collection' brádliga dagaði fram. Tað var eitt stórt gjøgnumbrot. Ein gáva frá alheiminum," ásannar hon. 

"Jazzuta leiðin kom óvart á bæði Søren (Buhl Lassen) og meg, tí tað er ein tónlistarlig leið, sum eg ongantíð áður havi so mikið sum snoddað til í mínum tónleik. Hóast tað, so kendist hon sum tann mest gandakenda leiðin at ganga."

 

Næsta danska heimsstjørnan

Kenda danska tónleikatíðarritið Soundvenue væntar nú eisini, at Brimheim kann gerast næsta danska heimsstjørnan. 

Tað skrivaði ummælari hjá tíðarritinum, Julius Balslev-Grosen, eftir framførsluna hjá Brimheim á danska festivalinum Syd for solen. 

Tað vil so eisini siga, at Brimheim kann gerast næsta føroyska heimsstjørnan, tí vit eiga fult so nógv í Brimheim, sum danir gera. 

Livst so spyrt. 


Mynd: Jasko Bobar
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592